FARAVAZ KEMUR IKKI Á G! 2026
Tíverri liggur ikki fyri hjá Faravaz at framföra á G! festivalinum í summar av umstöðum uttan fyri hennara ræði.
Vit hava glett okkum nógv, at bjóða Faravaz vælkomnari til Syðrugötu. Tónleikurin og listarliga ferð hennara umboða dirvi, treiskni og stríði fyri frælsinum at skapa, og vit vóru spent at uppliva framförslu hennara saman við tykkum.
Hóast tað harmar okkum, at framförslan ikki verður veruleiki í ár, eru vit takksom fyri sambandið og ynskja Faravaz alt tað besta á leiðini víðari, sum listafólk.
Vit vóna, at vit fáa hövi at bjóða henni vælkomnari á G! eina aðru ferð.