Barna G!
Aftur í ár fara vit at bjóða eina fulla barnaskrá leygardagin á G! Börn 0-12 ár sleppa ókeypis á G! í fylgi við vaksnum.
Barnaskráin á G! leygardagin 18. juli 2026.
Börn 0-12 ár sleppa ókeypis á G! í fylgi við vaksnum.
Á pallinum: (spæliplássið)
12:50 Angela bjóðar vælkomin.
12:50 Gyklarin Rógvi.
13:20 Jóhanna Iversen syngur.
13:30 Angela og Hannibal, familjuundirhald.
14:00 Ævintýraferðin við bólki. Barnakonsert við kendum barnasangum.
14:30 Silent disco, fyrstu ferð á barnaG!
Frá 13:00-15:00
– Tær frálíku og vælumtóktu eplasnurlurnar frá Irdi (Skopun) eru aftur í ár við á barnaG! – Andlitsmáling.
– Komið og gerið tykkum eitt ballón svör ella kanska ein hund?
– Hugnið tykkum við sápublöðrum
– Málið ella teknið tykkum eitt G! minni.
Kendasti og stuttligasti gyklarin Rógvi.
Rógvi hevur í nógv ár undirhildið við sínum kynstri og dugir væl at fáa börn at undrast. Eisini er hann sera stuttligur. Börnini gloyma tíð og stað, tá ið Rógvi er á pallinum.
Spennandi er at vita, hvat Rógvi fer at gykla á G!
Sangarin Jóhanna Iversen.
Hóast Jóhanna bert er 13 ár, hevur hon longu sungið nógv.
Hon hevur vunnið sangkappingina Smsvox, sungið á festivalum, í sangleikum, á stevnum o.s.fr. Púra greitt eitt satt talent, við vakrari rödd og bjartari framtíð, sum sangari.
Ein nýggj stjörna á komandi G! festivalinum.
Klovnurin Hannibal og Angela
Í meira enn 27 ár, hava tey undirhildið bæði börnum og vaksnum. Tað hava tey, tí tey elska láturin og at síggja hesi mongu börnini, sum spent eygleiða og viðmerka, at Hannibal snýtur.
Hannibal tolir ikki at tapa, hann er altíð ov seinur og finnur ofta uppá okkurt, sum ikki riggar. Tað gongur ikki eftir ætlan hjá Angelu og Hannibali, men tey royna...um tað fer at eydnast í
ár – ja, tað vita vit ikki...
Ævintýraferðin við bólki
Dánjal á Neystabö og Búi Dam seta hugflogið í gongd hjá bæði börnum og vaksnum, við sínum framúrskarandi barnasangum. Tað er altíð stuttligt at vera á konsert hjá teimum, og teir duga sera væl at fáa öll við á eina ferð gjögnum nógvar kendar og stuttligar sangir.
Dánjal og Búi fara ikki einsamallir á pall, við sær hava teir ein bólk við royndum tónleikarum.
Vit eru sera spent og gleða okkum, at bjóða tykkum vælkomin á barnaG! leygardagin 18. juli. Vit gleða okkum til at síggja tykkum og vóna at öll fara at hugna sær á besta summardegnum í árinum.
---
KIDS’ PROGRAMME AT G! FESTIVAL
SATURDAY, JULY 18, 2026
Children aged 0–12 get free entry to G! when accompanied by an adult.
ON STAGE (PLAYGROUND STAGE)
12:50 – Welcome by Angela
12:50 – Magic show with Rógvi
13:20 – Live performance by Jóhanna Iversen
13:30 – Angela & Hannibal – family entertainment
14:10 – Ævintýraferðin (The Adventure Journey) – interactive kids’ concert with popular Faroese children’s songs
14:30 – Silent Disco – for the first time at Kids’ G!
PLAYGROUND AREA (13:00–15:00)
* The much-loved potato spirals from Irdi (Skopun) return again this year
* Face painting
* Balloon creations – swords, animals, and more
* Bubble fun
* Draw or paint your own G! Festival memory
Rógvi – Magician & Entertainer
One of the Faroe Islands’ most popular and entertaining magicians, Rógvi has been delighting children for many years. With his playful humour and surprising tricks, he captures the imagination of young audiences and keeps them fully engaged from start to finish. We’re excited to see what he will bring to the stage this year.
Jóhanna Iversen – Singer
At just 13 years old, Jóhanna has already performed extensively. She has won the SMS Vox singing competition and appeared at festivals, concerts, and cultural events across the Faroe Islands. A true young talent with a beautiful voice and a bright future ahead.
Angela & Hannibal – Family Entertainment
For more than 27 years, Angela and Hannibal have entertained both children and adults. They love laughter – and especially the joy of seeing children react when Hannibal’s tricks don’t go as planned.
Because things rarely go according to plan…
Hannibal hates losing, he’s always a bit too late, and his ideas don’t always work. Angela tries to keep things on track – but whether they succeed this year… we’ll have to wait and see!
Ævintýraferðin (The Adventure Journey) – Live Band Experience
Dánjal á Neystabø and Búi Dam bring imagination to life through their beloved children’s songs. These songs are well-known to Faroese children and create a fun and engaging experience for local audiences, while international guests are invited to join the journey through music, energy, and interaction.
Joined by a band of experienced musicians, they create a lively concert where everyone is encouraged to take part.
We are very excited to welcome you to Kids’ G! on Saturday, July 18.
We look forward to seeing you and hope everyone will enjoy what might be the best summer day of the year.