28 Apr 2026

Öll növnini kunngjörd til G! festivalin 2026

Við hesum kunngera vit seinastu növnini, sum skulu framföra á G! í ár.
 Talan er um heili 12 spennandi növn.

 

Teitur & Girls in Airports

Eitt av okkara mætastu listafólkum, Teitur Lassen, hevur sett sær fyri at vekja og nútímansgera gomul skjaldur, rím og kvæði. Hetta hevur hann gjört saman við danska bólkinum Girls in Airports – har spælir tó eingin kvinna við, navnið sipar helst til okkurt annað.

Úrslitið av samstarvinum er útgávan Kvæði, sum er ein av teimum mest áhugaverdu útgávunum, ið kom út í 2024.

Síðst í farna ári framfördu teir til útselda konsert í Finsen, har serstaka ljóðmyndin var stórfingin og varð róst til skýggja av teimum, sum vóru har.

Í summar kanst tú uppliva hetta í Syðrugötu. Takið börnini við, og latið tey uppliva okkara spennandi siðaarv í nýggjum og frískum hami, tá ið Teitur og Girls in Airports verða fyrstir á Spæliplássinum fríggjadagin á G! 2026.

 

Afenginn

Við fleiri enn 800 konsertum á baki er Afenginn heilt serstakliga góður framförandi bólkur.

Vit hava fleiri ferðir áður havt bólkin á vitjan, og tey, sum hava hoyrt og sæð  Afenginn, gloyma ikki lívliga oddamannin Kim Nyberg – sprelska og langa finnan, eyðkendur við sínum síðu dreadlocks, ið flúgva higar og hagar.

Tónleikurin er fleirmentaður og altíð í menning. Fyrr var nógvur íblástur av klezmer at hoyra, og enn hoyrast týðilig spor av hesum í bæði tónum og stevi. Tó er tónleikurin í dag meira stórsligin og filmiskur – men als ikki keðiligur.

Gleð teg til stórsligna og lívliga konsert, tá ið Afenginn kemur á G!

 

Faravaz

Ein sterk söga fylgir iransku Faravaz. Í Iran hava kvinnur ikki frælsi at framföra, og tí noyddist Faravaz at flýggja úr heimlandi sínum. Í dag býr hon í Berlin og kann ikki venda trygt heim vegna sítt virksemi sum listafólk.

Ein sterk kvinna við eini sterkari sögu um frælsi at kunna virka frítt sum listafólk – ein rættur, vit á okkara leiðum taka fyri givið.

Kom og uppliva kraftmiklan og provokerandi popptónleik, tá ið sjarmerandi Faravaz kemur at framföra á G!

 

Komfortrauschen

Týskarar hava altíð verið undangongumenn, tá ið tað kemur til elektroniskan tónleik – kanska eru tað góðu evnini at byggja maskinur og teirra tiltikna stundvísi, sum eisini kann vekslast til tónleik.

Úr Týsklandi kemur Komfortrauschen, ein tríbólkur við rótum í djassi, rokki og poppi, sum við trummum, bassi og gittarum framförir hartpumpandi og hondspældan teknotónleik.

Um nakar dugir at tulka klubbtónleik og tekno og sameina hetta við megina í vanligum ljóðförum, tá má tað vera Komfortrauschen. Gleðið tykkum til G! – hetta verður sjúkt.

 

Eivör – Skrímslið, lítlasystir mín

Fyri fleiri árum síðani kom barnabókin Skrímslið, lítlasystir mín út. Við bókini fylgdi ein flöga, har Eivör Pálsdóttir las söguna upp sum hoyrispæl, við lögum, hon sjálv hevði gjört og framfördi.

Sögan er um Bjarta, sum fær eina lítlasystir og stríðist við alt, ið har fylgir við. Í byrjanini sær hann hana sum eitt strævið skrímsl. Í sínum hugaheimi fara tey á langa vandaferð, og spakuliga gerst Bjartur av sonnum góður við lítlusystrina.

Ivaleyst stendur bókin í dag við nógvar seingjarkantar, sum fastur táttur – ein góðanáttsöga, ið verður lisin umaftur og umaftur.

Á G! fáa vit nú möguleikan at uppliva söguna, soleiðis sum hon eigur at verða framförd – við upplestri og tónleiki – tá ið Eivör fer at lesa og syngja fyri okkum öllum.

Hvönn dag er okkurt á skránni fyri stór og smá, og börn til og við 12 ár hava ókeypis atgongd í fylgi við vaksnum. Takið tí börnini við hósdagin á G!, tá ið fyrsta framförslan í ár á Spæliplássinum verður Eivör við Skrímslið, lítlasystir mín.

 

Gówa

Vinnarin av Sementkappingini í 2024 og Ársins Spíri á FMA 2025 var Gówa, sum er öðrvísi útgáva av Onnu Sofíu Skoradal, ið seinni eisini gjördist kend úr heiðursvinnandi heimildarfilminum Vælkomin heim.

Her er talan um eina sera góða songkvinnu, sum stendur sterkari á palli enn tey flestu.

Tónleikurin er funky og modernað soul, sum vit gleða okkum til at uppliva á G! í summar.

 


TeleMama

Ein av frískastu bólkunum, vit hava átt seinnu árini, er uttan iva TeleMama. Hesir unglingar brustu inn gjögnum dyrnar og inn í okkara hjörtu fyri nökrum árum síðani, men hvurvu síðani eitt sindur aftur. Orsökin er, sum hjá so mongum föroyskum ungum, lestrarörindi uttanlands.

Men TeleMama hevur tó allatíðina arbeitt við heildarútgávu og staklögum, og bólkurin er nú klárur aftur at hertaka okkara hjörtu av nýggjum.

Gleðið tykkum til eina frískliga konsert, tá ið TeleMama aftur verður at hoyra á G! í summar.

 

maður:glotti

Terji Krossteig og Robin Ova Tolfsen / Dennis Agerblad eru listafólkini handan kultbólkin maður:glotti.

Her er talan um undangongufólk, sum ongantíð hava verið bangin fyri at seta orð á tað, ið tey flestu ikki tora at siga hart. Tey hava heldur ongantíð verið bangin fyri at standa uttanfyri.

Men nógv kann sigast, um tú dugir at siga tað á rættan hátt. Við skemti í orðum, klæðum og framförslu megna hesir gubbarnir altíð at sjarmera seg inn í hjörtuni á öllum.

Stílurin er kitsj og heimagjördur, og tá ið maður:glotti torir so nógv, kunnu vit kanska eisini tora eitt sindur meira. Við nýggjum tónleiki í skjáttuni kemur serstaki maður:glotti at framföra við bólki á G! í summar.

 

Kóboykex

Tá ið okkurt er kitsj, er tað ofta eitt sindur kiksað, við vilja – og júst har er Kóboykex.

Tveir fýrar, Heiðrik og Sigmund, í litríkum kontry&vestern klæðum og kóvboyhattum, væl mannaðir við bólki, sum ikki himprast við at brúka kiksaðar trummumaskinur og spaghettivestern gittarar.

Tað er ikki so álvarsamt – men tað er alvorliga væl rakt hjá teimum.

Seinast teir spældu á G!, misti Heiðrik kóvboyhattin eftir konsertina. Vit vóna, at hatturin er funnin aftur, so vit kunnu uppliva Kóboykex í essinum á G! festivalinum aftur í ár!

 

GiFU

Eitt spennandi navn úr Norra fyri tíðina er bólkurin GiFU, har ein bólkalimur er kendi föroyski gittarleikarin Oddur Joensen.

Bólkurin hevur longu spælt víða um – í London, Svöríki, India og á óteljandi pallum heima í Noregi.

Vit kunnu gleða okkum til ein frásögukendan og sinnisrúmkandi ljóðheim, tá ið GiFU kemur at framföra á G!

 

 

Silent Disco

Silent Disco hevur seinastu árini verið fastur táttur á G!, og nú byrja vit eisini at síggja hetta í vikuskiftunum í náttarlívinum runt í landinum.

Tað er enn so stuttligt sum áður, tá ið öll dansa og syngja lystiliga til púra ymisk lög, ímeðan tey, sum standa uttanfyri, ongan tónleik hoyra.

Eitt tiltak verður á Spæliplássinum um kvöldið, men sum nakað nýtt verður Silent Disco í ár eisini partur av stóra barnatiltakinum leygardag. Tað verður nakað serligt, og vit gleða okkum at venda aftur til röturnar, tá ið Silent Disco verður á G! í juli – hesuferð eisini til börn.

 


JVNTOR x Trygvii

DJ-tvíbólkurin JVNTOR x Trygvii fer bæði at byrja og enda veitsluna á G! í ár. Longu mikudagin fara teir at diska á tjaldingarökinum, tá ið tað letur upp.

Seinasta orðið fáa teir eisini, tá ið teir diska í Fjósinum út á náttina til sunnumorgun.

Pakka tær tjald og dansiskógvar og kom á G!

 

Her vóru 12 góðar orsakir afturat at fara á G! dagarnar 16.–18. juli í ár.

Men hetta er ikki alt, tí skjótt verða skráirnar fyri JÚXN og stóra barnatiltakið kunngjördar.

Frammanundan eru hesi nøvnini kunngjørd: Oliver Tree, Clickhaze, Frændur, Fantastic Negrito, Ásgeir, Joe & The Shitboys, Guðrið Hansdóttir, Moyka, Lea Kampmann, Duo Ruut, AySay, Irah, Elinborg, Sakaris, Dögg Nónsgjógv, Silvurdrongur, Tamikrest, Printz Board & the Butter Funk Family, Jerub, Marianna Winter, Tunghoyrt, Lynks, Alterne, Bolstad, Urbanus, Orkesta Mendoza, Dan Olsen og Collignon.

12 Jun 2026
BÓK (BOOK) + SOUND

Lív Maria Róadóttir Jæger will read from BÓK. In the performance, poetry and voice are woven together with an electronic soundscape by composer Lasse Jæger (SUPERVISJÓN). BÓK is a collection in which… Read more »

12 Jun 2026
EKSIL: NATURE WRITING TOP MEETING

A sensory, interdisciplinary event where nature, film, literature, and music converge. Arranged by local publisher Eksil. Rooted in the Faroese landscape and inspired in part by the poetry film proj… Read more »

12 Jun 2026
G! CHURCH

G! Church is open this year as usual, offering a special space at G! for peace, reflection, conversation, and meaningful togetherness. On Saturday morning at 11:00, the annual festival service will be… Read more »

12 Jun 2026
THE FAROESE CHAIN DANCE AT THE G! FESTIVAL

No G! Festival is complete without the Faroese chain dance! We will form a ring again, as is the tradition at the G! Festival, and this year, young local talents will lead the dance. Join the ring or… Read more »

12 Jun 2026
GIN YOGA

On Saturday morning, you’ll once again have the chance to start your day with yoga on the beach — this time with a gin twist. Don’t miss the opportunity to warm up on the sand in Syðrugöta before the… Read more »

12 Jun 2026
HIKE WITH A SPECIAL PERFORMANCE ON LEIRVÍKSFJALL

The hike over the mountain - with a stop for coffee in Norðragöta - is quite literally a high point of the festival. We set off from Krossteig in Leirvík, making our way toward the festival site. And… Read more »