Clickhaze og trý onnur növn
Vit kunngera aftur í dag fýra növn í senn. Okkurt er líka sjáldsamt sum full sólarmyrking í Föroyum, annað sum skínandi sól úr LA, eitt stillfarandi og annað lívligt.
Clickhaze - Líka sjáldsamt sum full sólarmyrking í Föroyum
Dögg Nónsgjógv - Stillfarandi og djörv
Moyka - Lívligur norskur elektroniskur poppur
Printz Board & the Butter Funk Family - Strammur funktónleikur úr L.A
Frammanundan eru hesi növnini kunngjörd: Frændur, Fantastic Negrito, Guðrið Hansdóttir, Irah, Elinborg, Tamikrest, Jerub, Marianna Winter, Tunghoyrt, Lynks, Alterne og Bolstad.
Við hesum leggjast fýra góðar orsakir afturat, til at fara á G! festivalin, sum verður 16.-18. juli í ár, og tá MÁST tú fara.



