26 Nov 2025

IRAH - rungandi bassurin úr londonsku undirgrundini

Nú er árstíðin aftur, har fólk so smátt byrja at stákast til jóla, og vit byrja at kunngera növn til komandi skránna hjá G!

Fyrsta navnið, tit gott kunnu byrja at gleða tykkum til, er IRAH.

RAH vaks upp í dukandi bass-hjartanum av sound-system mentanini í suður London, og búði eisini nökur mennandi ungdómsár á Jamaica.

Ljóðið er ein blanding av reggae, dancehall og drum & bass, og IRAH er eitt av mest sermerktu növnunum í bretska sonevnda bassheiminum.

Altjóða gjögnumbrotið fekk IRAH við Chase & Status við lagnum Program og seinni við platinseljandi hittinum Baddadan.

Hann hevur arbeitt við Beenie Man, Flowdan, Popcaan og Sammy Virji og hevur framfört á fleiri av störstu festivalunum í Europa og Bretlandi.

Nýggju lögini, GunfingerDis Badman og fleiri onnur, eru sera orkumikil og megna at taka ein og hvönn av fótum - eisini tey, ið ongantíð áður hava hoyrt tey. Men enn er góð tíð til G! fer av bakkastokki, so tú nært væl at lurta og kenna tónleikin áðrenn.

Hesir basstónar hava longu rungað uttan íhald á G! skrivstovuni í nakrar mánaðir og komandi summar fara teir at skaka Götusand!

Um tú vil vita meira um IRAH kann forvitnislig samröða lesast her.

G! festivalurin verður 16.-18. juli í 2026, og eftir er bert at siga: TÚ MÁST FARA!

17 Dec 2025
Tunghoyrt at G! 2026

The newest rock sensation on the Faroe Islands is called Tunghoyrt. Read more »

10 Dec 2025
Triple Grammy Winner Coming to the G! Festival

We’re thrilled to announce one of the most exciting artists ever to join the G! Festival lineup: the American powerhouse Fantastic Negrito. Read more »

3 Dec 2025
Frændur at G! 2026

We are thrilled to announce that Frændur will perform at G! 2026 Read more »

26 Nov 2025
IRAH – the thunderous bass from the London underground

It’s that time of year again, when people slowly start gearing up for Christmas, and when we begin announcing names for next year’s G! Festival lineup. Read more »

17 Oct 2025
Get your örli börd tickets

You can already secure yourself an örli börd (pronounced “early bird”) ticket for the party of the year on the beach in Syðrugöta, July 16–18, 2026. Read more »

20 Jul 2025
See the Day 3 recap

The final day of the G! Festival started with church and childrens activities, and ended with a sold out crowd witnessing a host of amazing performances. Read more »