11 Oct 2025

Hin blíði risin er farin

Eitt av okkara mætastu tónlistarfólkum, Hanus G., er farin úr hesum heimi, 75 ára gamal.

Ein stór rödd er tagnað, men stórir varðar standa eftir. Tað kennist næstan ógjörligt at seta orð á, hvussu stóran týdning Hanus hevur havt fyri för­oyskan tónleik. Hann var ein hornasteinur á för­oyska tónleikapallinum í áratíggju, ein slóðbrótari og ein uppreistrarmaður á sín stilla hátt.
Hanus var við heilt frá fyrsta G! festivalinum í 2002, og hevur staðið á mongum palli her í Götu. Á G!, HOYMA, í Losjuni og í Töting. Hann var ein vinur av umhvörvinum og íblástur fyri mong.

Hann hevði altíð nakað upp á hjarta, og hann kravdi tað sama av okkum öðrum. Hann vildi, at vit skuldu lurta — ikki bara hoyra.
Tað var hansara gáva og hansara kærleiki til tónleikin og menniskju: at fáa okkum at steðga á. Merkja. Vera til staðar. Og um áhoyrararnir ikki gjördu eftir boðunum, steðgaði hann viðhvört mitt í einum lagi og bað fólk halda kjaft. Síðan helt hann bara fram at spæla.
Tað var Hanus.

Við lögum sum “18” og “Á kundu á tíðarhavi” skrivaði Hanus seg inn í hjört­u för­oyinga og í söguna.
Eitt ikon, eitt fyrimyndarligt menniskja.
Takk fyri alt kæri navnabróður, Hanus G. 


Tú verður saknaður — men ongantíð gloymdur.

3 Dec 2025
Frændur at G! 2026

We are thrilled to announce that Frændur will perform at G! 2026 Read more »

26 Nov 2025
IRAH – the thunderous bass from the London underground

It’s that time of year again, when people slowly start gearing up for Christmas, and when we begin announcing names for next year’s G! Festival lineup. Read more »

17 Oct 2025
Get your örli börd tickets

You can already secure yourself an örli börd (pronounced “early bird”) ticket for the party of the year on the beach in Syðrugöta, July 16–18, 2026. Read more »

20 Jul 2025
See the Day 3 recap

The final day of the G! Festival started with church and childrens activities, and ended with a sold out crowd witnessing a host of amazing performances. Read more »

19 Jul 2025
See the Day 2 - Recap

The second day of the G! Festival 2025 is behind us, and what a day it was, with even more people and so much good music and good vibes. Read more »

19 Jul 2025
Problems with credit cards tonight

The banks will be updating their systems tonight, July 20th, from 1 AM to 5 AM, which may cause issues with payment cards and ATMs. Read more »