Hetjan er fyri ongum, um hon gongur tyst og svong!

Á G! er tó hvørki grund til at ganga kaldur, tystur ella svangur. Her er eitt yvirlit yvir tað, sum básar, matbilar og festivalurin annars bjóðar. 

 

Beint yvirav fært tú grillað lamb við tomatsalat og rómaeplum. 

Í gula matbilinum miðskeiðis í Syðrugøtu fæst fish’n chips við cole slaw og ertramosi, meðan reyði bilurin borðreiðir við burritos. Í burritosbilinum kanst tú velja millum høsnarunga ella chili con carne sum ífyllu. 

Í tjaldinum hjá Hvonn er mangt gott á matskránni til bæði morgunfólk og náttarravnar:

Nr. 12 selur sandwich og nýpressað djús longu frá klokkan 12. Í Hvonn fært tú harafturat: Sushi og sandwich, nachos, høsnarungasuppu ella stórt bakað epli við heittroyktum laksi ella chili con carne í. Í kvøld og í annaðkvøld verður eisini grillað lamb at fáa við rómabakaðum eplum og tomatsalati afturat.  


Og í Hoyggjhúsinum er ikki bara hugnaligt at sita – har er eisini turrur fiskur og breyð við góðum viðskera at fáa. Umframt køkur, kaffi og øl.

Millum gulu og reyðu matvognarnar finnir tú eisini svarta bilin, sum er bilurin til ta søtu tonnina. Her eru pannukøkur at fáa.

Tá tú ert mett og vælsett, kanst tú passaliga ragga tær yvir í sølubásarnar. Har fært tú eitt breitt úrval av feitum troyggjum, t-shirtum. Ja, enntá undirklæðum. Her er Mø í einari troyggju frá Hemmas :-)
Nýggi streetware handilin Útilív er eisini á G!, og tú kanst sjálvandi eisini ogna tær ársins G! troyggju frá Navia.

Ert tú í svaka lagnum, kanst tú eisini fáa tær okkurt litríkt í hárið ella eina spreytatovering. Gevið gætur: Tatoveringin fer av í morgin ;-)

Njót eina kalda øl frá Okkara í ein (ella fleiri) av mongu øltjøldunum

Ella ein svalandi mojito frá cocktailbarrini mitt á handilsgøtuni :-)

Minst til at fara rannsóknarferð millum listaverkini og hini mentanarligu tilboðini 

Tú kanst fáa eina mentanarliga innspræning av teimum heilt álvarsamu, tá Fjósið í dag verður karmur um upplestri, tónleiki, samrøðum við nøkrum teimum størstu frá føroyska mentanarpallinum. Eisini kanst tú fara gongutúr við fantastisku leirlistakvinnuni, Guðrið Poulsen, sum fer at hugleiða um, hvussu man kann brúka list í náttúruni

 

Gloym ikki at gera tær vikuskiftið eitt sindur øðrvísi. Leyp á sjógv og kom beint niðan aftur í heitu pottarnar! Tað er eitt upplivilsi fyri lívið. Mynd: Alessio Mesiano. 

Og so kanst tú eisini æviga tær løtuna í básinum hjá Myndaboks :-)