Carlene Carter er ein garvað country madamma við heili 12 heildarútgávum síðan 1978 og 20 einstøkum útgávum, har 3 løg hava verið í topp 3 á Billboard’sa topp 100 country hittlista.
Dóttir June Carter Cash og Carl Smith, kann mann ikki siga annað enn, at Carlene Carter hevur country í blóðinum, og er uppvaksin í einum sonnum country heimi.
Carlene byrjaði sína solo yrkisleið, og gav sína fyrstu heildarútgávu út í 1978, men tað var fyrst í 90’unum, at hon veruliga slóg sítt navn fast í country heiminum við útgávuni “I Fell In Love” og “Little Love Letters”. Carlene toppaði á fleiri Country hittlistum í USA, og hon bleiv eisini nominerað til eina Grammy í 1991 fyri besta kvinnuliga country sangara.
Síðan 90’ini hevur hon verið sera virkin við fleiri útgávum og konsertferðum. Í 2018 vitjaði hon Country Festivalin í Føroyum, har hon gav eina framúr góða konsert. Hon lovaði tá, at hon fór at koma aftur til Føroyar, og tað gleðir okkum at bjóða henni á G! Festivalin, har vit uttan iva fara at uppliva eina country konsert í heimsklassa.