Altso, sum hitt grikska sagnardjórið við fleiri hövdum, hvörs her eru kjarnorkumessing, gjögnumborandi violin, buldrandi tuba, ein ovurstór russisk harmonika og eitt slagverksrúm, sum lættliga kann javna hús tíni við jörðina. Tónarnir eru heimagjördir, men eisini tökulög frá fleiri ymiskum tónleika- og fólkaslögum: Horo úr Balkan, serbiskum messingfestivalum, turkiskum popplögum, bulgarskum harmonikufýrverki og sjálvandi eitt sindur av skotskum ceilidh [kay-lee], sum er skotskur fólkadansur.
Hesin villi og lívsjáttandi bólkurin úr Edinburgh, Blue Giant Orkestar, lovar eina veitslu, ið nöktar kroppin, stimbrar heilan og gevur hjartanum vælveru.