Hettar var Silent Disco Club, sum kemur aftur í ár, men hesuferð við dupult so nógvari útgerð!
Silent Disco Club eru tríggir diskarar, sum senda tráðleyst til oyrabúffarnar. Tú setur teir á, velur eina av trimum rásum/litum, og so dansar tú ella syngir við. Tú ert kanska gulur, og ímeðan tú lurtar eftir einum lagið tú kennir væl, so kemur tú öðrum við, sum dansa í somu takt sum tú. Men so varnast tú, at tey sum eru reyð hava tað nógv stutligari enn tú, og tú skiftir til reyðu rásina, hoppar inn í tað veitsluna heldur, og syngur og dansar við teimum. Stuttligt ha?
Soleiðis er Silent Disco Club. Eitt ómetaliga stuttligt tiltak, sum fer at stökka upp ymsastaðni á G! 2024.