Bólkurin Enekk bleiv heimskendur í Föroyum við vakra lagnum "Eru vit til?".
Teir funnu skjótt sína heilt egnu tónleikaligu hyll, tá ið teir á granskandi hátt fóru at blandað föroyskan fólkatónleik við m.a bulgarskan fólkatónleik. Úr hesum kom eitt serligt ljóð, sum eisini er styrkt við mergjaðum föroyskum tekstum.
Bólkurin Enekk hevur við sínum trúðvirði kveikt ein brennandi loga í óteljandi tónleikarum í Föroyum.
Bulurin í bólkinum hevur öll árini verið Kári Sverrisson, Agnar Lamhauge og Óli á Grindafløtti, og tað verða hesir vit koma at uppliva á G!.