G! festivalurin fegnast um, aftur í ár at hava hoyrt so nógvan nýggjan og góðan föroyskan tónleik á Sement.
Hettar er ein sera umráðandi leiklutur Sement hevur, at eggja fólki til skriva nýtt tilfar og at framföra tað alment.
Við hesum orðum bjóðaði G! festivalurin einum luttakara at framföra á G! 2024:
Ein, sum hevur stórt yvirskot á pallinum.
Ein, sum megnar at fáa eina menniskjaliga samtalu í lag við eina maskinu.
Ein, sum eitur ... Ragnar Finsson
Ragnar Finsson ljóðaði sum ein heilur bólkur, tá ið hann einsamallur stóð á pallinum við einum elektriskum gittara, einum MPC, einum lítlum lurtitóli og bók eftir Douglas Adams: The Hitchhiker's Guide to the Galaxy. Tekstirnir viðgjördu tilverulig viðurskifti, og lögini vóru egin blanding av amerikanskum og írskum fólkatónleiki, og nýmótans poppi. Eitt sjáldsama evnaríkt listafólk, sum av sonnum hevur uppiborið tíni oyru og tína tíð