Swangah Dangah smíðaði föroyska hipp hopp pallin. Áðrenn teir var rapp antin okkurt, ið einstaklingar fjasaðust við á dreingjakömrum, ella okkurt sum varð brúkt afturvið rokki.
Útgávan “Belials synir”, var á tann hátt ein frammaná til föroyska tónleikapallin, ella kanska rættari eitt gúpp í reyvina.
Tað er kanska trupult at ímynda sær, nú föroyski hipp hopp pallurin er dukandi og fjölbroyttur, men áðrenn Swangah var öskukalt.
Teir hava áður fingið G! í kók, men í ár verður tað uppá spruttkók.
Fantastisku tekstirnir eru gerandismál, eitt slag av Jóanes Nielsen mötir Eminem
Við teirra fangandi stevi og frálíka rappi noyðist tú at dansa við halanum og smalanum og gumpinum og stumpinum. Kom og verð settur útá.