Finn tær dansiskógvarnar fram og kom og uppliv eina av stórstu orkubumbunum, sum nakrantíð hevur spælt í Götu. JJ Paulo úr Danmark hevur rötur úr Tanzania, ein mentanarligur arvur hann ber högt í metum. Lívligu afrotakt tónarnir hava eitt óvanliga smittandi huglað, og skiparin á skútuni, JJ Paulo, fer at fáa teg at vilja flyta beinini. Tað er ikki uttan orsök at hesin hevur vunnið donsku tónleika heiðurslönina, DMA, fyri "Bestu konsertuppliving", og tað er heilt vist, at her fer eingin at klára at standa stillur.
Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo!