Norsku miðlarnir eru ikki í iva, Nelly Moar er stórsta R&B vónin tey eiga yviri í Noregi!
Talan er um ungt stjörnuskot, sum longu hevur verið tilnevnd Spellemannprisen (Norsk FMA virðislön).
Við uppruna í djasslærdómi spælir Nelly Moar sína egnu tulking av R&B, har hon snildisliga blandar 2-step uppí kantutu og heitu framleiðslurnar.
G! festivalurin var til staðar, tá ið Nelly Moar herfyri spældi við bólki sínum fyri fullum sali í Gröningen, Hollandi. Framförslan var fullkomiliga framúr. Ótrúliga evnaríku tónlistarfólkini, sum öll hava gingið í djasskúla saman, hava handverkið uppá pláss, og spæla ómetaliga væl saman.
Tað verður ein glöðandi löta, tá ið Nelly Moar trínur á pallin á G! 2024. Tú mást fara!