Tað er altíð gleðiligt, tá ið fólk koma heim.
Elinborg er uppvaksin í Syðrugötu, og bygdagentan, sum í dag nemur sær tónlistarliga útbúgving uttanlanda, kemur heim at spæla á G!.
Öll listafólk noyðast at ganga egna leið, fyri at finna seg sjálv. Elinborg letur til at finna svarini skjótari enn tey flestu.
Góð hevur hon altíð verið, men legg til merkis á hennara útgávum, hvussu skjótt hon mennist og at hon í dag er ein heilt ómetaliga góð songkvinna.
Somuleiðis mennast hennara framförslur sera skjótt og G! var til staðar, tá ið alt kom í rættlag. Tað var her fyri, tá ið Elinborg spældi á Iceland Airwaves, har hon tók öll fullkomiliga á bóli í einum fullsettum spælistaði.
Fólk vóru so bergtikin, at tey komu aftur á konsert dagin eftir, at uppliva hesa serstöku framförslu enn einaferð.
Vit tora at lova tykkum eina einastandandi konsert, tá ið Elinborg framförir síni myrku, elektronisku huglög.