Eingin mann hava spílað seg meira út í tíðarskeiðnum enn hettar arbeiðssama fjöllistafólki av Toftum.
Tí er tað heldur einki lögið, at júst Dania O. Tausen hevur flest FMA tilnevningar í ár. Hon er tilnevnd tvær ferðir fyri ársins útgávu, sum einstaklingur og í Aggrasoppum, fyri ársins lag og fyri ársins myndlistarliga samleika.
Dania vísir í allari síni list ein serligan tokka til föroyska málið. Á ein snildisligan og háfloygdan hátt brúkar hon eitt gerandismál, sum öll kunnu kenna seg aftur í.
Vit gleða okkum at uppliva tað tú helst kanst nevna ársins listafólk, Daniu O. Tausen, á G!