Alice Boman (SE)

Alice Boman kemur á G! við sínum eltandi huglagi og nemandi lögum. Hon fekk sítt stóra altjóða gjögnumbrot við lagnum Wating av fyrstu útgávu síni Skisser.

Upprunaliga var tað bara ein demo, sum svenska songkvinnan sendi avstað, við vón um at sleppa í studio at spæla sín tónleik inn ordiliga. Men, tá ið avtornaði, vóru tað júst hesar makaleysu upptökur, ið blivu útgivnar av plátufelagnum Adrian Recordings.

Soleiðis byrjaði tónleikaliga ferðin við útgávuni Skisser. Ráur og reiðiligur tónleikur, við tekstum sum tala söguna hjá teimum við hjartasorg. 

Talan er ikki um nakra skínandi, popputta glansmynd - tvörturímóti. Men letur tú fyrst hesa undurfullu songkvinnu sleppa innum, so sleppur tú ikki av aftur við hennara eltandi huglag.

Hon hevur síðani 2013 givið út fleiri útgávur, og tónleikur hennara mennist alsamt, uttan at hon hevur mist seg sjálva burtur á ferðini. Lög hennara hava verið brúkt í fleiri kendum sjónvarpsröðum; Transparent, Wanderlust og 13 Reasons Why. 

Vit gleða okkum til eina óvanliga nærverandi lötu saman við Alice Boman, ið vit eru sera errin av at kunna bjóða okkara gestum á G! 2024.

Purchase ticket

Hallur Joensen (FO)

Marius DC (FO)

2024

2023

2022

2021

2020

2019

2018

2017

2016