Letur tú eyguni aftur, so kanst tú lætt hugsa, at har standa fimm-seks tónleikarar á pallinum, har onkur spælir ljómborð, onkur bass og onkur slagverk.
Har má vera slept okkurt í drekkivatnið í Noregi í nýggjari tíð. Umaftur og umaftur megna tey at koma við ótrúliga góðum listafólki, bólkum, tónleikarum og lagsmiðjum, öll á so högum altjóða stöði, at tú verður tikin á bóli ferð eftir ferð.
Landið er jú ikki so stórt heldur, so hettar er í roynd og veru ótrúligt. Ja, Noreg er sanniliga eitt stað tú eigur at halda oyruni opin fyri í hesum dögum.
Komið á konsert og latið tykkum rúnarbinda av evnaríku tónleikarunum og teirra ótrúligu kynstrum, latið tykkum draga við og dansi, sum um tað var ein technoveitsla við einum DJ.
Hetta er bæði tað háfloygda og tað einfalda. Nöktan av heila og kroppi.
Vit eru ógvuliga spent til at uppliva Aiming for Enrike saman við tykkum á G! 2024.