Fá í hesum landi munnu hava grivið gjögnum so nógv tilfar sum tónleikafröðingurin úr Leirvík. Ein miðsavnandi persónur á föroyska tónleikapallinum, sum umframt at hava givið út fýra plátur í egnum navni, hevur verið lyklapersónur og spælt klaver, ljóðborð og gittara við mongum av teimum stóru her á landi.
Tónleikur Knúts er ein kokkteyl av shoegaze, gospel, 60’ara rokki og mongum öðrum.
Ein spennandi samanrenning millum egnan áhuga, og tað mann bara er föddur í.
Seinast í júst farna árinum kom nýggjasta plátan Hjartasláttur, úr hondum hansara. Kanska sterkasta útgáva frá honum nakrantíð. Ljóðið er enn hitt eyðkenda, men tað tykist sum samanrenningin av stíli ikki longur er lænt. Knút er nú komin har til, at hann hevur sín egna stíl, sum hann meistrar til fulnar. Hetta hoyrist í sterku lögunum og framleiðsluni, har alt hongur sera væl saman. Högt er til loftið við kórsangi, strúkarum, og mandolining á fuss-gittara. Men í kjarnuni stendur altíð eitt sterkt lag, ein glotti inn í sálina hjá manninum við heitu og erligu röddini, hvörs lög eru rein og innilig — full av langtan og vón.
Seinastu árini hevur Knút verið sera hugtikin av Regini Dahl (sum m.a gjördi lagið til Dukka mín er blá), og burtur úr hesum arbeiði er komin stóra bókin Heimurin ið hvarv – útlegna sangtónaskaldið Regin Dahl og föroyska tjóðin (Sprotin 2019). Í arbeiði sínum er hann komin fram á yrkingasövn, sum hava hugtikið so mikið, at trý av nýggjastu lögunum eru gjörd til yrkingar hjá Regini Dahl.
Umframt alt hettar ger Knút í dag eina Phd verkætlan um tónleikasiðvenju og tónleikaundirvísing í Föroyum.
Av sonnum ein tónleikaligur Indiana Jones, um tú vilt. Og vit gleða okkum ómetaliga nógv til framförsluna á G! 2024!