Einangran (FO)

Einangran fer á pall á G! komandi ár.

Onkuntíð, og bert onkuntíð, eru vit öll so heppin, at stjörnurnar standa rætt á himni, og gandur hendir. Hóast upprunin var kreppukendur, so er Eingangran dömi um, at einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt.

Tá ið koronusóttin herjaði, varð alt sosialt og mentanarligt lív, frá einum degi til annan, lagt í oyðið. Men úr öskuni vaks tó ein avbera vökur blóma, Einangran.

Í eini íbúð í Keypmannahavn, rann tónleikaliga saman millum tvær föroyskar stjörnur, Leu Kampmann og Heiðrik á Heygum. Tað byrjaði við smáum framförslum á Instagram, fyri at stytta sær stundir og fyri at stytta um stundirnar hjá okkum öllum. Við tíðini bleiv samanrenningin til “superduoina” Einangran, ið föroyingar veruliga hava tikið til sín.

Ljóðið er heitt og röddirnar inniligar. Lögini hava ein tíðarleysan dám og framleiðslurnar eru nýmótans og væl úr hondum greiddar av Janusi Rasmussen og Sakarisi Joensen.

Lög sum Vetur, Seinferð, Glashús, og Koyri heim kennast longu sum nýklassikkarar.

Í heyst kom út fyrsta heildarútgáva teirra: Vendir Vindar. Um hetta mundið spældu tey við bólki fyri fullsettum Norðurlandahúsi.

Ein serstakur föroyskur og norðurlendskur dámur verður at kenna, tá ið tey fara á pallin. Gleðið tykkum at uppliva Einangran á G! 2024.

Purchase ticket

Hallur Joensen (FO)

Marius DC (FO)

2024

2023

2022

2021

2020

2019

2018

2017

2016