Drunken Sailor, Wellerman, Santiana og Bones in the Ocean fara at ljóma um alla bygdina, tá ið The Longest Johns fer á pall á sandinum í Syðrugötu.
Tað er torfört at ímynda sær nakað hugnaligari enn at standa við sandi millum tærnar á Götusandi og anda rákan av sjóroki og syngja enskar sjómansvísur.
The Longest Johns byrjaði at spæla fyri góðum tíggju árum síðani. Frá fyrsta degi vóru teir drivnir av reinum alski til sjómansvísur.
Tá ið teirra innspæling av gamla lagnum The Wellerman tók dik á seg, fóru öll brádliga at práta um "Sea Shanties". Hetta setti gongd í alla ta alduna, sum fleiri onnur síðani eisini hava riðið væl á.
The Longest Johns hevur latið úr hondum fleiri útgávur við gomlum sjómansvísum og egnum tilfari. Á várið 2024 kemur bólkurin aftur við einari nýggjari útgávu.
Teir syngja og spæla lystiliga á m.a. pumpuorgul, gittar og mandolin, og onkuntíð tríva teir í reinan a capella sang. Tað er hjartaligt, inniligt, erligt og ikki sört sjórænarasligt.
Vit g!eða okkum at standa lið um lið og syngja við á sandinum.
Hygg og lurta bara her, har teir framföra vísuna Santiana: