Fyri G! er Of Monsters and Men hin fullkomna bókiningin; ein norðurlendskur bólkur í heimsflokki, tiltikin góður á pallinum, og ein bólkur við listarligari sameining og tónleiki, ið fangar áhoyrarar í öllum aldursbólkum.
Bólkurin fekk sítt stóra gjögnumbrot við lagnum Little Talks, ið gjördist eitt heimsumfatandi hitt. Lagið var á fyrstu útgávuni hjá bólkinum My Head is an Animal, ið eisini fostraði hitt sum Dirty Paws, King and Lionheart og Mountain Sound.
Seinni hevur bólkurin útgivið fleiri plátur og spælt kring allan heimin, og hevur javnan vitjað fjarskotin lond sum Avstralia og Suður Amerika, tó hevur hann ongantíð spælt í grannalandinum Föroyum.
Í fjör gav bólkurin EP'ina og heimildarfilmin Tíu út í sambandi við, at tíggju ár vóru liðin síðan gjögnumbrotið.
Neyvan finst ein meira eyðkend heilsan, enn tá ið hesi rópa sítt ikoniska HEY! — og nú mugu vit öll fara, ja, möta upp og skrála HEY! niðri á sandinum saman við teimum.