Tamara hevur seinastu árini arbeitt uttanlands við sínum tónleiki, úrslitið er higartil trý staklög hetta seinasta árið.
Í heyst kemur fyrsta EP'in. Tamara hevur sínar rötur í Fuglafirði og Tanzania. Frá barnsbeini hevur hon skrivað tónleik, ið hon hevur framfört við síni heilt serligu og vökru rödd. Ljóðið er eitt bland millum RnB og Hip Hop og tekstirnir eru nærverandi og persónligir.