Drivnar av ynskinum at breiða teysalívsstílin um alt land sítt, gjördust tær tann mest samkyndi bólkurin at vinna 50 Eurovision-kappingar á rað.
Orsakað av góðu gongdini halda tær nú til á eini gongustjörnu nærhendis jörðini har tær saman uppala síni 150 pinkubörn, hvörs pápi er pedalbrettið hjá Lilly. Tó venja tær enn í Brighton, so um tú endar har á leiðum, halt so eyga við um tær eru á nökrum av sínum mest vitjaðu stöðum, sum t.d. í ruskbingjuni í grannalagnum ella á politistöðini.
Ella kanst tú bara koma á G!Festivalin og uppliva tær á Spæliplássinum.
Tónleikurin hjá teimum tekur íblástur frá millum annað Savages, Le Tigre, Spice Girls og óuppkláraðum trauma. Tær vilja ikki bert seta eld á ruskspannina hjá tær, tær vilja eisini hava konsertir har öll eru vælkomin; eisini tey, ið ikki kenna seg heima aðrastaðni. Eingin hevur uppiborið at kenna seg illa til passar og eingin hevur uppiborið at kenna seg ósjónligan. Lat ongan steðga tær í tínum verimáta og týdningarmest av öllum: Gays to the front x