Marius DC (FO)

 

Enn ein Marius er klárur til G! Festivalin, nú vit fegnast um at leggja hip/hop bólkin Marius DC afturat okkara skrá.

Hetta er triðja navnið vit kunngera í sambandi við at Føroyar spælir føroyskt hesa vikuna, og eftir tvey roynd nøvn í Marius Ziska og Byrta, er nú talan um eitt av mest spennandi ungu nøvnunum á føroyska tónleikapallinum.

Eftir sigurin í Sement í fjør, hevur ungi rapparin og hansara sera vælspælandi bólkur veruliga fingið flog. Á Iceland Airwaves skapti bólkurin yvirskriftir við síni sannførandi og energisku framførslu.

Nú 19 ára gamli rapparin spældi longu í 2019 á óalmenna pallinum á teltplássinum á G!, og var bókaður at spæla á avlýstu G! Festivalunum í 2020 og 2021, tí er tað við spenningi, at vit í ár endiliga sleppa at uppliva Marius við bólki í Syðrugøtu.

Seinastu mánaðirnar hevur Marius DC givið ikki færri enn fimm stakløg út, og fýra onnur stakløg eru á veg fram til í summar. Tað fyrsta av hesum "Babyrockari" verður givið út næsta fríggjadag. Lagið er ein kritikkur av harðskapsmentanini, ið nøkur ung veruliga hava tikið til sín.


Skráin fyri G! telur sostatt nú donsku Jada, íslendsku Bríet, føroysku Eivør, Marius Ziska, Marius DC og Brimheim, svensku Lucky Lo og finsku Irene. Aftur í morgin avdúka vit eitt sera spennandi føroyskt tónleikanavn.

Fylg við á gfestival.fo og skunda tær at keypa atgongumerki, tí prísurin fer upp 15. mars á midnátt.

Purchase ticket

200 (FO)

Annika Hoydal plays G!

ANTTI PAALANEN (FI)

AXEL FlÓVENT(IS)

ÁRSTÍÐIR(IS)

BEHARIE (NO)

Benjamin Rajani (FO)

Brimheim(DK/FO)

Bríet (IS)

Byrta(FO)

Dania O. Tausen (FO)

Eivør (FO)

Gabriel Gold (USA/IS)

Hialösa (SE)

HOGNI (FO)

HONNINGBARNA (NO)

Irene (FI)

Jazzygold (FO)

KLINGRA (FO/FI/NO/DK/EE)

Lambrini Girls (UK)

Lucky Lo (SE/DK)

Marius DC (FO)

Marius Ziska (FO)

QuinQuis (FR)

RSP (FO)

Saint Levant(PS/FR)

Sakaris (FO)

Silvitni (FO/NL/DE/CE)

Sons of the East(AU)

SOOLKING(DZ)

STURLE DAGSLAND (NO)

Supervisjón (FO)

Tamara (FO)

Vágaverk (FO)

WHEN SAINTS GO MACHINE (DK)

Yann Tiersen(FR)

2022

2021

2020

2019

2018

2017

2016