Aftanfyri Terr er Daniela Caldellas, hon býr í Berlin har hon arbeiðir sum DJ og tónleikaframleiðari, og rekur sítt egna plátufelag "Clash Lion" - Upprunaliga er hon úr Belo Horizonte í Brasilien.
Hon byrjaði sína tónleikafer við at spæla guitar í fleiri punk bólkum, men valdi at leggja orkuna í tónleik, sum hon kundi skapa á telduni, so hon kundi útrykkja seg á fleiri kompleksar háttir. Elektroniskur tónleikur loyvdi mær at geva lív til tann tónleikin eg hevði í høvdinum.
Áðrenn Terr byrjaði sítt egna plátufelag, útgav hon fleiri stakløg og Ep'ir og stórum elektroniskum plátufeløgum sum tildømis Hotflush recordings, Permanent Vacation, Correspondant og Phantasy Records hjá Erol Alkan.
Terr spælir í Grundini náttina til Leygardag áðrenn Skatebård.