Í mars mánaði í 2012 fekk ein nýggj tónleikasjangra veingir í Føroyum. Bólkurin Blátt Gras varð stovnaður. Stílurin er, sum navnið sigur, Bluegrass. Sjálvir siga teir seg spæla bluegrass-aktigan tónleik við nakað av americana, country og fólkatónleiki uppíblanda.
Sangir sum “Sangur til sonin”, “Summargleðið og “There is room at the table” hava mangan verið at hoyrt á útvarpsrásunum. Hesin seinasti vann FMA heiðurslønina fyri besta sang í sínum bólki í 2014.
Sangirnir eru upplyftandi og ofta við eini djúpri meining. Tá Blátt Gras er á palli, so hava teir tað stuttligt og hetta smittar av til áhoyrarnar.
Tvær fløgur hava teir givið út: Ávegis í 2014 og Framvegis í 2018. Blátt sigur at okkurt nýtt er komið afturat og teir lova eina góða blanding frá báðum fløgunum og okkurt nýtt tilfar eisini.