Phlake telur viðurkenda framleiðaran Jonathan Elkær og gávaða sangaran Mads Bo. Jonathan er ungur men royndur framleiðari, ið hevur framleitt nøkur av størstu hipp hopp hittunum í Danmark seinastu árini. Mads hevur hinvegin ongantíð verið í einum bólki ella framført á palli – og júst av hesi orsøk vóru fólk flest sum nevsligin, tá hann loksins vísti heiminum sínar stóru gávur. Fyrsta staklagið ‘Like You’ var einans útgivið á Soundcloud, men fekk nógv uppmerksemi frá donskum tastemaker miðlum. Næsta staklagið ‘So Faded’ var útgivið alment via Sony Music Denmark, koyrt í umferð á hópin av útvarpsstøðum og nógv stroymað uttanfyri Danmark. Tó gjørdist seinna staklagið ‘Pregnant’ uppaftur størri. Tað gjørdist eitt stórt hitt í Danmark við milliónum av plays á Spotify, og er nú alment eitt platin staklag. Fyrsta headliner konsertin hjá Phlake í Keypmannahavn var útseld eftir 20 tímum. Eyka konsertin tað sama. Teir eru nú kunngjørdir sum høvuðsnavn á Train í Århus og Store Vega í Keypmannahavn, og eru váttaðir til stórar festivalar í 2016.