TELEMAMA

Møt friska lotinum á tunga og myrka føroyska tónleikapallinum! TeleMama luttók í árligu tónleikakappingini, Sement, í 2021.Endamálið var at vísa føroyska tónleikapallinum lívligan Indie Rokk.

Við íblástri frá heimskendum bólkum so sum Arctic Monkeys og The Strokes og nýggjari tónleikarum so sum Her’s, Mac DeMarco og Boy Pablo, handla tektstirnir um afturvendandi evni so sum kærleika, girnd, at stuttleika sær og um býtúrar í høvuðstaðnum, eins og teir handla um álvarsligari evni so sum tunglyndi og samleikakreppu. Høvuðsendamálið er týdningurin at gera tónleik, ið fólk kunnu kenna seg aftur í, men ongin hevur gjørt fyrr.

Í januar í 2022 góvu teir fyrsta staklag teirra út. Lagið, ið ber heiti Identity, er fyrsta lagið á einari EP, ið eftir ætlan kemur út í mai. EP’in, ið ber sama heitið, sum fyrsta staklagið ger, hevur við sær vónina um eitt vanligt summar við stuttleika og gaman eftir eina heimsfarsótt, ið hevur hildið á alt ov leingi. TeleMama vóna at sleppa at spæla nógvar konsertir, meðan teir gera enn meira tónleik og við tí seta sítt preið á føroyska Indie Rokk/Indie Pop pallin og týdningin, hann hevur í einum landi, har illveður og myrkur herjar.

Purchase ticket

José González

Eivør

Ásgeir

Tessa

Carlene Carter

Daði Freyr

Priya Ragu

Teitur

The Jillionaire

Guðrið Hansdóttir

La Fleur

Marius Ziska

Lena Anderssen

Tinganest

Terr

Skatebård

Brynjolfur

Phat Phil Cooper

Suchi

SIC

Tarante Groove Machine

SONS

Pom Poko

Joe & The Shitboys

Lucky Lo

Elinborg

LLNN

Tina Mellem

Iotunn

Frum

Lea Kampmann

RSP

Marianna Winter

Æðrasoppar

Blátt Gras

Kóboykex

Horrse

Gyddygang & Vuyo

Katla

Impartial

Telemama

Eimyrja

Atlas

Zoord

Kakalorium

2021

2020

2019

2018

2017

2016