Suchi

Suchi hevur rötur í Delhi, er född í Oslo og uppvaksin í London. Eina ferð um mánaðin skipar hon fyri sendingini Through The Smog á Delhi útvarpsrásini boxout.fm.

Sum diskari er hon kend fyri at blanda slagverk, indiskt disco, 90 ́ara progressivt house, UK break, trance, electro og techno saman. Tónasmiðurin Suchi fær íblástur úr öllum býunum hon hevur búð í.

Um tað er Sami Joik blandað við pumpandi UK breaks, ella bleytar tablatrummur við himmalskum röddum, so er pláss fyri tí í tónleikinum hjá Suchi.

Hon kom við síni fyrstu EP Swift í fjör, útgivin á Coastel Haze. Ummælini frá tónleikamiðlunum DJ Mag, Mixmag og Resident Advisor vóru góð.

Fyri síni mixtapes fær hon rós frá Pitcfork, Trench Mag og Electronic Beats. Suchi savnaði síðst í 2021 níggju av sínum sangum til útvarpið Boxout.FM og kallaði savnið Suchi selects. Savnið hátíðarheldur framúrskarandi gávuríkar indiskar tónasmiðir. Tá ið Mixmag gjördi sín árliga Top 25 artists to watch í 2022, var Suchi á listanum.

Suchi hevur nógv jörn í eldinum, og vit gleða okkum, til hon fer at fáa Grundina at kóka á G!

Purchase ticket

José González

Eivør

Ásgeir

Tessa

Carlene Carter

Daði Freyr

Priya Ragu

Teitur

The Jillionaire

Guðrið Hansdóttir

La Fleur

Marius Ziska

Lena Anderssen

Tinganest

Terr

Skatebård

Brynjolfur

Phat Phil Cooper

Suchi

SIC

Tarante Groove Machine

SONS

Pom Poko

Joe & The Shitboys

Lucky Lo

Elinborg

LLNN

Tina Mellem

Iotunn

Frum

Lea Kampmann

RSP

Marianna Winter

Æðrasoppar

Blátt Gras

Kóboykex

Horrse

Gyddygang & Vuyo

Katla

Impartial

Telemama

Eimyrja

Atlas

Zoord

Kakalorium

2021

2020

2019

2018

2017

2016