Kreativitetur, spontanitetur og stuttleiki eru høvuðstilfar í løgum, útsetingum og framførslum hjá eysturríska messing og træblásara ljómliðnum Federspiel.
Fólkatónleikur úr Eysturríki og tess grannalondum eru grundarlag fyri live framførslum og innspældum verkum hjá bólkinum. Løg, ið tónleikararnir sjálvir hava smíðað, eru kjarni í tónleikaskránni. Burturúr frálíkum løgum og improvisatión afturvið tónleikaligum dugnasemi hava Federspiel ment sítt egna serstaka ljóð – altíð við einum skoti av skemti og uttan at taka seg sjálvar í ov nógvum álvara. Tónleikurin talar fyri seg. Stutt sagt frálíkt!
Vinnarar av AUSTRIAN WORLD MUSIC AWARD 2015.