Daði Freyr

Ikki síðan finsku Lordi við skrímsl-maskunum hevur nakar bergtikið størstu sangkappingina í heiminum Eurovision líka nógv sum Ííslendski Daði Freyr. Sangurin “Think about Things” hevur yvir 100 milliónir stroymingar, og bleiv spældur í útvørpum runt heimin 1. milliard ferðir. Sangurin bleiv eisini eitt hitt á Tik Tok, var nummar 1# á heimslistanum hjá Shazam í 2020, og vann eina silvur plátu í Bretlandi.  

Men Eurovision bleiv tíverri avlýst í 2020, har Daði Freyr var ein av favorittunum til at vinna. Daði Freyr stillaði upp aftur í Eurovision í 2021, við sanginum “10 Years”. Sangurin var fangandi, dansivinarligur og stuttligur. Daði segði, at hann ikki vildi víkja alt ov nógv frá "Think About Things”, og hann vildi vera trúðfastur við sínar fjepparar. Sangurin "10 Years" var spáddur at koma langt í kappingini, men korona mundi aftur komið í vegin, tá ein í bólkinum fekk smittuna, og tey vóru noydd at innspæla framførsluna uttan áskoðarar. Daði Freyr vann ikki, men megnaði at fáa eitt flott 4. pláss. 

Síðan Eurovision hevur Daði Freyr, sum er búsitandi í Berlin, haft úr at gera við komandi heildarútgávuni, einum telduspælið, 3D Hologrammi, Daði Freyr bjór og at leggja video út av tilveruni í Berlin studionum og av coverløgum á Youtube, millum annað lagi JaJa Ding Dong úr filminum The story of Fire Saga. 

Vit gleða okkum at merkja Eurovison-andan yvir Gøtusand í summar. 

Purchase ticket

200 (FO)

Annika Hoydal plays G!

ANTTI PAALANEN (FI)

AXEL FlÓVENT(IS)

ÁRSTÍÐIR(IS)

BEHARIE (NO)

Benjamin Rajani (FO)

BJØRN HENTZE BECH (FO)

Brimheim(DK/FO)

Bríet (IS)

Byrta(FO)

Dania O. Tausen (FO)

Eivør (FO)

Elinborg(FO)

Gabriel Gold (USA/IS)

Hialösa (SE)

HOGNI (FO)

HONNINGBARNA (NO)

Irene (FI)

Jazzygold (FO)

Kenton Slash Demon (DK)

KLINGRA (FO/FI/NO/DK/EE)

LA FLEUR (SE)

Lambrini Girls (UK)

Lucky Lo (SE/DK)

Marius DC (FO)

Marius Ziska (FO)

Nagirčalmmiid (NO)

Noise(fo/SCO)

PLAYMO (FO)

QuinQuis (FR)

RSP (FO)

Saint Levant(PS/FR)

Sakaris (FO)

Silvitni (FO/DE/CE)

Sons of the East(AU)

SOOLKING(DZ)

SPÆLIMENN (FO)

STURLE DAGSLAND (NO)

Supervisjón (FO)

Tamara (FO)

Vágaverk (FO)

WHEN SAINTS GO MACHINE (DK)

Yann Tiersen(FR)

2022

2021

2020

2019

2018

2017

2016