The Jillionaire

Við yvir 20 ára royndum hevur trinidadiski Jillionaire verið ein av teimum fremstu slóðbrótaranum innan elektroniskan tónleik í nýggjari tíð. Sum fyrrverandi limur í Major Lazer, sum vit øll her heima kenna frá sangum sum “Lean On” við MØ, “Cold Water” við Justin Bieber, “Already” við Beyonce og “Watch Out For This” við Daddy Yankee, var Jillionaire við til at broyta, hvussu mainstream tónleikur ljóðaði, og fekk elektroniskan tónleik fram á teir størstu festivalarnar í heiminum. Vit viðmæla øllum at hyggja eftir Major Lazer live framførslum, so tit síggja, hvat tit kunnu vanta tykkum av Jillionaire. 

Tá vit tosa um Jillionaire, tosa vit um ein framleiðara, sum hevur arbeitt við teimum størstu stjørnunum í heiminum sum Ariana Grande, Ellie Goulding, Tyga, Bruno Mars, Flux Pavilion, Santigold, Wyclef Jean, Laidback Luke, Sean Paul, Pharrel Williams, og listin er nógv longri. 

Major Lazer hevur heili 3 løg, sum eru stroymaði yvir 1 billión ferðir á Spotify, og fleiri onnur løg, sum hava 100 tals milliónir stroymingar á stroymingstænastum. Í 2019 valdi Jillionaire at fara úr bólkinum, og í staðin leggja orkuna í sítt plátufelag Feel Up Records, og at fáa karibiskar tónleikarar á altjóða pallin. Jillionaire spælir á sandinum leygarnáttina, og tað verður svakliG!t.  

Purchase ticket

José González

Eivør

Ásgeir

Tessa

Carlene Carter

Daði Freyr

Priya Ragu

Teitur

The Jillionaire

Guðrið Hansdóttir

La Fleur

Marius Ziska

Lena Anderssen

Tinganest

Terr

Skatebård

Brynjolfur

Phat Phil Cooper

Suchi

SIC

Tarante Groove Machine

SONS

Pom Poko

Joe & The Shitboys

Lucky Lo

Elinborg

LLNN

Tina Mellem

Iotunn

Frum

Lea Kampmann

RSP

Marianna Winter

Æðrasoppar

Blátt Gras

Kóboykex

Horrse

Gyddygang & Vuyo

Katla

Impartial

Telemama

Eimyrja

Atlas

Zoord

Kakalorium

2021

2020

2019

2018

2017

2016