Ásgeir

Endiliga kemur hann aftur. Ásgeir spældi á G! í 2013, og tað hevur leingi verið eitt ynski at fáa dugnaliga sangskrivaran aftur til Føroyar. 

Ásgeir er ein tann mest seljandi íslendski tónleikarin. Hann hevur vunnið fleiri virðislønir í Íslandi og eina Best Nordic Album Of The Year 2012, kosið av Nordic Music Prize. 

Ásgeirsa tónleikur er kensluborin og dreymandi, og hann er ikki bangin fyri at vera eyðmjúkur og inniligur. 

Ásgeirsa 3. heildarútgáva ‘Bury The Moon’, ella ‘Sátt’ á Íslendskum, kom út í 2020, og hevur fingið fleiri ummælarar at doypa hann tann íslendska Bon Iver. Sjálvur sigur Ásgeir, at tónleikurin hann er vaksin upp við og lurtar eftir, hevur eina stóra ávirkan á, hvussu tónleikurin hjá honum ljóðar: "Tá eg var lítil lurtaði eg mest eftir pop tónleiki, men tá eg bleiv 13 ár, skifti eg meira yvir til rock tónleik. Har lurtaði eg mest eftir bólkum sum System of a Down og Linkin Park - men tá eg bleiv eldri, og byrjaði at leita eftir tónleiki, fann eg meg sjálvan í tónleikarum sum Tallest Man On Earth, Bon Iver, Elliot Smith og Íslendsku Mugison og Sigur Rós". 

Pápi Ásgeir, Einar Georg Einarson, er ein mentaður yrkjari, og gevur Ásgeir nógvan íblástur í lívinum og listarliga arbeiðinum. Einar hjálpur Ásgeir við at skriva sangtekstir, og hevur verið ein stórur partur av útgávunum hjá Ásgeir. Millum annað hevur Einar skriva tekstin til "Bury The Moon”, sum John Grant síðan hevur týtt til enkst.

Ásgeir spælur á Gøtusandi leygardagin.

Purchase ticket

José González

Eivør

Ásgeir

Tessa

Carlene Carter

Daði Freyr

Priya Ragu

Teitur

The Jillionaire

Guðrið Hansdóttir

La Fleur

Marius Ziska

Lena Anderssen

Tinganest

Terr

Skatebård

Brynjolfur

Phat Phil Cooper

Suchi

SIC

Tarante Groove Machine

SONS

Pom Poko

Joe & The Shitboys

Lucky Lo

Elinborg

LLNN

Tina Mellem

Iotunn

Frum

Lea Kampmann

RSP

Marianna Winter

Æðrasoppar

Blátt Gras

Kóboykex

Horrse

Gyddygang & Vuyo

Katla

Impartial

Telemama

Eimyrja

Atlas

Zoord

Kakalorium

2021

2020

2019

2018

2017

2016