Slóðarar á UK Dub pallinum við 25 ára tilveru á baki, og framvegis ljóðar teirra örgrynna av tónleiki fesk fyri nútíðarinnar vitugu oyru. Zion Train telist millum frálíkastu og stuttligastu live dub bólkar í heiminum. Teirra dynamiska dub miksing á pallinum, sameind við framförd akkustisk ljóðföri og einastandandi sangarar, ger bólkin til eitt eindömi.
Millum tær yvir 2000 konsertirnar, ið Zion Train hava spælt, teljast Woodstock (Pólland), Sierra Nevada World Music Festival (USA), Rototom Sunsplash (Italia/Spania), Outlook (Kroatia), Glastonbury Festival (UK), Bababoom Festival (Italia), Universo Parallelo (Brasilia), Reggae Sun Ska (Frakland), Ostrada Reggae Festival (Pólland), Asigiri Jam (Japan), Exit (Serbia)… bert fyri at nevna nakrar úr rúgvuni.