José González

José González er ein svenskur tónleikari og sangskrivari ættaður úr Argentina. Foreldur hansara flýddu úr Argentina í 1976, tá herurin tók valdið í landinum, og tey búsettu seg í Svøríki. 

José González er føddur í 1978 og vaks upp í einum forstaði til Göteborg. Sum barn lurtaði hann nógv eftir latínskum fólkasangum og pop tónleiki, sum foreldur hansara høvdu við úr Argentina. Í solo útgávum hjá José, hoyrist tað aftur, hvar íblásturin kemur frá.

Tó byrjaði José sína tónleika yrkisleið í hardcore punkbólkinum “Back Against the Wall”, og fór síðan at spæla bass í bólkinum “Renascence” frá 1993-1998. Í 1998 stovnaði hann alt-rokk bólkin “Junip” saman við vinmanninum Tobias Winterkorn, og hava teir útgivið 4 EP’ir og 2 heildarútgávur saman. Eisini eru teir enn virknir og fara javnan á konsertferð við gestatónleikarum. 

José byrjaði sína solo yrkisleið við útgávuni “Veneer” í 2003, har kend løg sum “Heartbeats” og “Crosses” gjørdu, at alheimurin veruliga fekk eyguni upp fyri dugnaliga sangaranum og gittar snillinginum úr Svøríki. Tað gongur ofta long tíð ímillum tónleika útgávurnar hjá José, men tær hava altíð verið verdar at bíða eftir! “In our nature” kom út í 2007, “Vestiges & Claws” kom út í 2015, og í fjør kom nýggjasta verkið “Local Valley”. 

“Local Valley” er fyrsta útgávan, har vit hoyra José syngja bæði á sponskum, enskum og svenskum. Eyðkenda róliga røddin, gittarspælið og dreymandi løgini, eru akkurát soleiðis vit kenna José González.  

Hann er ein av teimum heilt stóru sangskrivarunum í okkara tíð, og vit gleða okkum at uppliva José á sandinum við aldunum í bakgrundini. 

Purchase ticket

José González

Eivør

Ásgeir

Tessa

Carlene Carter

Daði Freyr

Priya Ragu

Teitur

The Jillionaire

Guðrið Hansdóttir

La Fleur

Marius Ziska

Lena Anderssen

Tinganest

Terr

Skatebård

Brynjolfur

Phat Phil Cooper

Suchi

SIC

Tarante Groove Machine

SONS

Pom Poko

Joe & The Shitboys

Lucky Lo

Elinborg

LLNN

Tina Mellem

Iotunn

Frum

Lea Kampmann

RSP

Marianna Winter

Æðrasoppar

Blátt Gras

Kóboykex

Horrse

Gyddygang & Vuyo

Katla

Impartial

Telemama

Eimyrja

Atlas

Zoord

Kakalorium

2021

2020

2019

2018

2017

2016