Konni Kass

Konni Kass trein inn á føroyska tónleika pallin við útgávuni Haphe í 2016. Haphe bleiv sera væl móttikin í Føroyum og ikki minst í útlondum, har áhugin fyri Konni Kass hevur verið stórur. Konni Kass hevur verið á fleiri konsertferðum í Danmark og Týsklandi, og hevur millum annað spælt á stórum útlendskum festivalum sum Iceland Airwaves, Eurosonic, Reeperbahn Festival, Spot Festival, by:Larm og Roskilde Festival.

Í seinastuni hevur Konni Kass útgivið fleiri stakløg frá komandi útgávuni og løg sum Air, Boy og Rain hava verið nógv at hoyra í føroysku útvarpsrásunum. Í februar spældi Konni Kass tríggjar útseldar konsertir í Føroyum við bólkinum, sum fer á pallin saman við Konni Kass á G! í ár. Tey eru Per I. H. Petersen á trummum, Knút Háberg Eysturstein á tangentum, Torleik Mortensen á bassi og kórsangarinnurnar Dania O. Tausen, Katrina Olsen og Marianna Winther Nagata.

Purchase ticket

José González

Asaf Avidan

Katatonia

EIVØR

BUSY P

Tessa

MYD

Janus Rasmussen

Gaye Su Akyol

Swangah

Huun-Huur-Tu

Konni Kass

Calby

Greta

The Holy

Brimheim

Joe & The Shitboys

Konvent

Silvurdrongur

Auður

Raske Drenge

Antti Paalanen

Ghost Notes

2020

2019

2018

2017

2016