Phat Phil Cooper (UK)

Phil Cooper er ein viðurkendur diskari frá Bretlandi og hevur arbeitt sum diskari í skjótt 30 ár. Phil er kendur fyri sín tónleikastíl og sítt fjølbroytta tónleika katalog.

Tað, sum eyðkennir dj settini hjá Phil er, at mann hoyrir, at har er ein stórur kærleiki aftanfyri tónleikin. Her er ein maður, sum hevur dedikerað ár av sínum lívi til at finna tónleik, sum krógvar seg í øllum krókunum í heiminum. Hetta hevur gjørt, at hann hevur haft eina víðfevnda karrieru, har hann hevur spælt runt allan heimin, sum til dømis Ibiza, Bretland, Australia, USA, Bali, Thailand, Singapore, Kroatia, Kina, Frakland, Malawi, Argentina, Írland.

Hann byrjaði sína karrieru í Liverpool, har hann diskaði í legendariska klubbanum Cream, síðan hevur hann spælt á heimskendum støðum sum Amnesia, Ministry of Sound, Space, Pacha, Cream í Ibiza, og Bestival í Bali. Tað er ógjørligt at spáa frammanundan hvat Phil ferð at spæla í Grundini, men eitt er vist tað er at tú ert í tryggum hondum, og tað er 100% dansigaranti.

Purchase ticket

Fatboy Slim (UK)

EIVØR

Phlake (DK)

Týr

Greta Svabo Bech

Noah Carter (DK)

VÖK (IS)

Jennifer Cardini (FR)

Ferris & Sylvester (UK)

EMMSJÉ GAUTI (IS)

Yaeger (SE)

SHHT (BE)

JÓIPExKRÓLI (IS)

New Jackson (IRL)

Anna Lann (LV)

Phat Phil Cooper (UK)

Simon Littauer (DK)

Marius Ziska

Bodypaint

Joe & the Shit Boys

Jógvan

Rebekka Petersen

Jasmin

Hans Andrias

Lunacci + the Lunatics

Beinir

Antony Charles

hzd

Dávur Poulsen

Hús

2018

2017

2016