Marius Ziska

Marius er ein av lívstræðrunum í føroyskum tónleikalívi. Hann hevur verið serstakliga virkin og hevur ferðast nógv úti í heimi við tónleiki sínum. Eftir at hava útgivið væl móttiknu fløguna ‘Heim’ í 2015, kom fløgan ‘Portur’ út í 2018. Øll løgini á Portur eru á føroyskum, og orðini eigur dugnaliga skaldið Hans Jacob Kollslíð.

Portur er ein konseptfløga um at hava tveir veruleikar, ein innara og ein uttara, har ið teir fimm sansirnir virka sum portur ímillum hesar veruleikarnar; og um ávirkanina av uttara heiminum á okkara tankar, kenslur og atburð. À fløguni eru átta inniligir sangir við akkustiskum og elektroniskum tættum, sum úrslita í einum nútímans slagi av indie poppi. Útgávan vann heiðurin sum ársins útgáva á FMA 2019. 

Á G! festivalinum í ár, verður Marius Ziska at hoyra á spæliplássinum við einari framførslu, sum hann eisini hevur ferðast við í 2019. 

Purchase ticket

Fatboy Slim (UK)

EIVØR

Phlake (DK)

Týr

Greta Svabo Bech

Noah Carter (DK)

VÖK (IS)

Jennifer Cardini (FR)

Ferris & Sylvester (UK)

EMMSJÉ GAUTI (IS)

Yaeger (SE)

SHHT (BE)

JÓIPExKRÓLI (IS)

New Jackson (IRL)

Anna Lann (LV)

Phat Phil Cooper (UK)

Simon Littauer (DK)

Marius Ziska

Bodypaint

Joe & the Shit Boys

Jógvan

Rebekka Petersen

Jasmin

Hans Andrias

Lunacci + the Lunatics

Beinir

Antony Charles

hzd

Dávur Poulsen

Hús

2018

2017

2016