JÓIPExKRÓLI (IS)

JóiPé x Króli komu brestandi inn á íslendska tónleikapallin seint í 2017 with fløguni ‘Gerviglingur’ (á føroyskum óektað smáprýði). Eftir nøkrum fáum mánaðum, eru teir vorðnir tað mest stroymda nýggja íslendska navni við yvir 20 milliónum stroymingum á Spotify. Tónleikur teirra er væl dámdur av øllum aldursbólkum.

Tónleikurin er eitt nýskapandi bland av millum annað hip-hop, trap og pop. Hvussu teir so venda og snara sær, so skara teir framúr. Við sínari serstaku orku, eru teir blivnir viðurkendir sum eitt av mest spennandi nøvnunum í Íslandi. Óvanliga virknir, hava teir báðir givið út tríggjar fløgur innan 18 mánaðir. Síðsta fløgan, við heitinum 22:40-08:16 var innspæld uppá undir 10 tímar og einstøku løgini eru nevnd eftir hvat klokkan tey eru tikin upp. Nakrar dagar eftir upptøkuna tóku teir øll á bóli við útgávuni, ið als ikki var nevnd nakrastaðnis frammanundan. Tá frættist um útgávuna, var áhugin sera stórur og fløgan var stroymd 500.000 ferðir fyrsta mánaðin.

JóiPé x Króli hava eina óendaliga skapandi orku, og nógv gott er óivað í væntu frá teimum. Vit gleða okkum at taka ímóti teimum á G! 2019.

Purchase ticket

Anamē (NO/SE)

Bear The Ant (IS)

Beinir (FO)

Benjamin Rajani (FO)

Blue Giant Orkestar (SCT)

Cult Member (NO)

DakhaBrakha (UA)

Danny & the Veetos (FO)

DJ 2xSlay & Trygvi (FO)

Ebbb (UK)

Eivør (FO)

Emil Karlsen (SÁ/NO)

Emiliana Torrini (IS)

Erkki Virkkala & Iikka Huntus (FIN)

Ester Skála (FO)

Frankfurt Helmet (CN)

Greta Svabo (FO)

GØ (FO)

Hallur Joensen (FO)

Hamradun (FO)

Hatari (IS)

jazzygold (FO)

Jóannes Joensen / Bass Elvis (FO)

Kaleo (IS)

Lewis Fitzgerald (UK)

Lívia Mattos (BRA)

Lyon Hansen (FO)

Marius DC (FO)

Nusantara Beat (NL)

Punching Bag (US)

Sandavágur Soundsystem (FO)

Silent Disco Club (NO)

Sissal (FO)

Smag På Dig Selv (DK)

Stuzzi (SE)

SunDog (US)

Tamara Mneney (FO)

Trentemøller (DK)

Tunghoyrt (FO)

ULD (NO)

2024

2023

2022

2021

2020

2019

2018

2017

2016