Fatboy Slim (UK)

Tað er við stórari fragd at vit kunngera, at Fatboy Slim framförir á G! 2019. 

Tónleikur hansara er ein heimur av widescreen sinnisrörslum, psykadeliskum ljóði og besta dansitónleikinum, tú nakrantíð hevur hoyrt. Hann hevur vunnið tíggju MTV Video Music Awards, tvær Brit Awards og hevur ligið á tindunum á tónleikahittlistum kring heimin seinastu tjúgu árini.


Útgávur sum “You´ve Come A Long Way Baby”, ið umfatar staklög sum “The Rockerfeller Skank” og “Praise You”, gjördust nummar eitt í Onglandi, og vóru serstakliga vælumtókt kring allan heimin. Tað var ikki bert ein góð útgáva. Tað var eitt poppfyribrigdi, sum gjördi hann til heimsins största dance navn, og gjördi hann til stórsta enska listamannin í USA í hesi öldini. Hann framfördi lagið, Praise You og vann tríggjar heiðurslönir á MTV Music Awards í New York. 


Á triðju útgávu hansara “halfway between the gutter and stars”, var m.a. lagið “Weapon of Choise” og ikoniska sjónbandalagið við kenda Hollywood tungvektaranum, Christoper Walken. Hann fór til hús við seks MTV Music Award heiðurslönum tað árið - tað mesta, nakar hevur vunnið á hátíðarhaldinum. 


Á palli hevur Fatboy Slim skapað enn fleiri yvirskiftir: Á eini uttandurakonsert á Brighton Beach var av fyriskiparunum væntað, at 60.000 áhoyrarar fóru at koma til framförsluna - har komu 250.000 fólk. Hann hevur latið pallin á Glastonbury upp í 2006 og latið olympisku leikirnar í London í 2012 upp. Framförslan á olympisku leikunum fór fram á einum risastórum uppblásiligum högguslokki.


Í 2019 framförir Fatboy Slim sjey stadion konsertir í Onglandi, har tann síðsta verður á Wembley, og haðani liggur leiðin til veitslu á Götu sandi leygarkvöldið 13. juli.


Vit síggjast á sandinum! 

Purchase ticket

Rag'n'Bone Man (UK)

FAITHLESS dj set (UK)

Benjamin Gibbard (Death Cab for Cutie) (US)

Harlem Gospel Choir (US)

Ba Cissoko (GN)

Brothers Moving (DK)

Eivør (FO)

TEITUR (FO)

MARIUS ZISKA (FO)

Scarlet Pleasure (DK)

ULFUR ULFUR (IS)

Nelson Can (DK)

IRIS GOLD (DK)

Hamferð (FO)

HOGNI (FO)

Son of Fortune (FO)

Swangah (FO)

SILVURDRONGUR (FO)

Zaar (DK)

Lyon (FO)

Lea Kampmann (FO)

Elinborg (FO)

FRUM (FO)

Jasmin (FO)

*KannSka!*

2017

2016