Vit eru sera fegin at bera bod úr Guinea í Vesturafrika, at framúrskarandi, Ba Cissoko verdur vid á G! 2018. Undangongumadur, tá talan er um elektriska kora, Vesturafrika møtir Jimi Hendrix, tá hann er upp á sítt besta, meistari í hárreisandi álopum í elektroniskum rokki og funki, blandad vid Vesturafrikanskum reggae og sidbundnum mandinkatónleiki.
Eins og føroyska fólkid, er tónleikurin hjá Ba Cissoko ein ættarsøga. Hann hevur altíd systkinabørnum og vinir kring seg, og sídan fyrstu útgávu sína í 1999 hevur hann verid á konsertferdum vída um í heiminum, bædi sum einstaklingur, og saman vid Nigeriansku sagnhetjuni, Femi Kuti.
Sandurin í Sydrugøtu fer at bylgja og geva afturljód av ljómmiklu samljódunum og blandadu brædandi rytmunum, tá sidbundni mandikatónleikurin hittur afrobeat og reggae á G!