Vinnarin av Sement 2017, Jasmin spælir á G! í ár! Við samantvinningini av soul og elektroniskum poppi dregur ungi bólkurin íblástur úr lívinum í Føroyum, har sirm av myrkari tónum av og á krýpur inn í ljóðmyndina. Hugtakandi avhendingin og spennið hjá hálvt kenjansku, føroysku sangarinnuni gevur tónleiki teirra eina einskilaða og originala rødd, sum víðkar ljóð teirra langt út um føroysku landoddarnar. Fyrsta stakútgáva teirra fekk góða lurtaraundirtøku her heima, og bólkurin arbeiðir við fleiri útgávum í 2018.