'Hon ger ljóðið av føroyskum fólkatónleiki til altjóða hitt’ sambært Wired. Eftir ein tveyára langan steðg, kemur Eivør aftur at framføra á Gøtusandi í 2018. Kring allan heimin nemur Eivør alsamt eini breiðari áhoyrarafjøld, og sterkari enn nakrantíð verður stjørnan úr Syðrugøtu aftur at hoyra á stórapallinum í heimbygdini. Serstakt!