HANS ANDRIAS (FO)

Hans Andrias hevur sínar røtur í tónleikaralívinum í Klaksvík. Sum einstaklingur fekk hann í 2012 Planet Awards heiðurin sum “Ársins nýggi einstaklingur” og hevur síðani verið nógv umbiðin kring landi og uttanlanda. Til FMA 2017 vann hann Áhoyraravirðislønina og var tilnevndur til “Ársins sangara”.

Hann hevur spælt á øllum festivalum í Føroyum, spælt í Sveits og gjørt tónleik til ein týskan film.

Í løtuni arbeiðir saman við danska teatrinum TeaterTyven, har hann ger føroyskar vøgguvísur til framsýningina Nordiske Vuggeviser, sum verður í sjónleikarhúsinum Musikhuset í Århus, saman við m.a. Tinu Dickow. Seinni í ár fer hann á konsertferð í Evropa, m.a. Danmark og Pólandi.

Í Septembur 2016, lat Hans Andrias, frá sær sína fyrstu fløguútgávu, ið ber heitið Vision. Nýggja útgávan rúmar 9 løg, ið kunna bólkast í sjangruna Folk/Americana rokk. Tekstirnir eru allir á enskum. Løgini leiða tankarnar til sterkar kenslur og myrkar søgur. 

Vision hevur fingið góða umrøðu! Á Kvørnini fekk hon 4,5 av 6 stjørnum.

 

Purchase ticket

José González

Eivør

Ásgeir

Tessa

Carlene Carter

Daði Freyr

Priya Ragu

Teitur

The Jillionaire

Guðrið Hansdóttir

La Fleur

Marius Ziska

Lena Anderssen

Tinganest

Terr

Skatebård

Brynjolfur

Phat Phil Cooper

Suchi

SIC

Tarante Groove Machine

SONS

Pom Poko

Joe & The Shitboys

Lucky Lo

Elinborg

LLNN

Iotunn

Frum

Lea Kampmann

RSP

Marianna Winter

Æðrasoppar

Blátt Gras

Kóboykex

Horrse

Gyddygang & Vuyo

Katla

Impartial

Telemama

Eimyrja

Atlas

Zoord

Kakalorium

2021

2020

2019

2018

2017

2016