Eitt av okkara mætastu listafólkum, Teitur Lassen, hevur sett sær fyri at vekja og nútímansgera gomul skjaldur, rím og kvæði. Hetta hevur hann gjört saman við danska bólkinum Girls in Airports – har spælir tó eingin kvinna við, navnið sipar helst til okkurt annað.
Úrslitið av samstarvinum er útgávan Kvæði, sum er ein av teimum mest áhugaverdu útgávunum, ið kom út í 2024.
Síðst í farna ári framfördu teir til útselda konsert í Finsen, har serstaka ljóðmyndin var stórfingin og varð róst til skýggja av teimum, sum vóru har.