Okkara mál er at broyta fortreytirnar fyri at fáast við tónleik í Föroyum og hvussu föroyingar fyrihalda seg til tónleik, tónleikatiltök og tónleikaligt virksemi til tað betra.

Ella stutt sagt: At röra í grýtuni og skapa íblástur til föroyskt tónleikalív.


Grundvirðir

Nökur av grundvirðunum, sum vit hava sett okkum fyri, skulu seyra ígjögnum alt virksemi við festivalinum, eru fyrst og fremst:

– at gera tingini framúr væl,
– at vit eru álítandi og halda tað vit lova,
– at vit vísa virðing fyri menniskjum og öllum íblandaðum pörtum – tónleikarum, áhoyrarum, stuðlum og öðrum samstarvspörtum,
– at vit eggja til skapan, innovatión og nýhugsan,
– og at vit hava humorin við í öllum, duga at flenna at okkum sjálvum og ikki gerast snobbut.

Vit síggja tað sum eitt endamál at virðismeta og hátíðarhalda individið og ymiskleikan millum menniskju og at berjast ímóti jantelóg og aðrari kúgan.

Tað skal vera stuttligt, áhugavert og bergtakandi at koma á G!

- Beinta á Torkilsheyggi


Tónlistarlig endamál

Tónlistarligu endamálini, sum festivalurin bleiv stovnaður uppá, og sum enn liggja til grund fyri allari listarligari stöðutakan, ljóða soleiðis: Endamálið við G! er at:

1. Útvega áhoyrarunum góðan tónleik.

2. Skapa ein pall, har föroyskur, eins væl og norðurlendskur og altjóða tónleikur kann verða spældur fyri eini fjölbroyttari áhoyrarafjöld.

3. At knýta Föroyar uppí tónleikaheimin kring okkum. At fáa bæði tónleikarar og áhoyrarar hendavegin til tónleikatiltök fyri at geva föroyskum tónleikalívi íblástur og avbjóðingar, soleiðis at tað framhaldandi kann mennast.

4. At sýna fram tað besta innan föroyskan tónleik fyri föroyingum eins væl og útlendingum.

5. At G! skal gerast týdningarmesta stakhending innan rytmiskan tónleik í Föroyum eins væl og ein týðandi og gevandi partur av norðurlendskum tónleikalívi!

6. G! vil á henda hátt skunda undir framhaldandi menningina av föroyskum tónleiki.


G! arbeiðir miðvíst við

At skapa sambond við tónleikarar, tónleikamanagement, fjölmiðlar og tónleikaáhugað kring knöttin.

At skapa og savna vitan, ið kann gagna föroyskum tónleiki og föroyskari tónleikavinnu.

At stimbra og menna positivu gongdina innan föroyskan tónleik og at verða partur av og við til at skapa hesa menningina. Hetta gera vit við professionellum tiltökum, ið miða longri enn til lötuvinning. G! er týðandi fyri föroyskan tónleik og fer at gerast meira og meira týðandi fyri norðurlendskan tónleik sum heild.


Upprunin

G! er eitt beinleiðis úrslit av arbeiðinum fyri betri umstöðum hjá tónleikinum og tónleikarum, sum nakrir tónleikaáhugaðir einstaklingar fóru í holt við, og sum tók dik á seg við stovnani av Tónleikasamtakinum GRÓT í 1998.

Kreativa umhvörvið sum sprettið kring GRÓT hevur síðani stöðugt verið við til at broyta andlitið á föroyskum tónleiki.

Umframt tiltakið G! kunnu nevnast listarfólk sum Eivör Pálsdóttir, Boys In A Band, Orka, Gestir, Clickhaze, Petur Pólson, Högni Lisberg, Knút Háberg Eysturstein, Marius Ziska og mong onnur, sum hava havt sína gongd og antin beinleiðis ella óbeinleiðis fingið íblástur í hesum umhvörvinum.

- Olaf Olsen


Bygnaður

Í nevndini fyri G! Grunnin sita:

Bogi Andreassen, formaður
Sigvör Laksá, næstformaður
Kristfríð Tyril, nevndarlimur
Oluffa Joensen, nevndarlimur
Theodor Kapnas, nevndarlimur
Högni Lisberg, nevndarlimur

Sigvör Laksá er stjóri og talsmaður.


Sögan

GRÓT hevði í nökur ár skipað fyri útikonsertum á Götustevnu, tó ikki undir nökrum ávísum navni ella búmerki.

Á sumri í 2002 var rockbólkurin Clickhaze, sum hevði fleiri Grót nevndarlimir við sær í hópinum, á norðurlendskari konsertferð. Eina frílötu meðan fólkini í og kring bólkin sótu og prátaðu, varð avgerð tikin um at royna at skipa fyri einum festivali í Föroyum. Dato var sett til 19. juli og staðið skuldi vera Götusandur og at nýggi festivalurin skuldi eita G! Festival. Nógv meira enn tað var ikki ítökiligt fyrr enn bólkurin kom aftur á klettarnar smáar tvær vikur áðrenn ásetta dato. So tá mátti berast skjótt at.

G! Festival varð sostatt hildin á fyrsta sinni hin 19. juli í 2002. Talan var um eitt eindagstiltak við einum palli og umleið 800 áhoyrarum. Millum növnini vóru Clickhaze, MC Hár, Enekk og Hanus G. Johansen.

Tiltakið fekk frálíka góða umröðu og hetta eggjaði fyriskiparunum til soleiðis at tað í 2003 bleiv satsað stórt og víðkað munandi um festivalin, sum nú fekk fleiri pallar umframt bæði kend og ókend útlendsk növn á skránna. Eini 2500 fólk tilsamans komu til tiltakið, sum góðum stuðli frá m.ö. Götu kommunu, Nordisk Kuturfond og Atlantic Airways, gjördist veruleiki. Tey, sum hövdu verið á festival, elskaðu tað, og ummælini vóru ikki til at fara skeivur av: “Betri enn Ólavsöka” segði forsíðan á Dimmalætting. Millum bólkarnar vóru finsku Bomfunk MC’s, íslendsku Úlpa, norsku Xploding Plastix og so var seinasta konsertin hjá Clickhaze leygarkvöldið um midnáttina.

Góða orðið, tiltakið hevði fingið á seg, gav eisini bonus árið eftir, í 2004, tá G! vaks enn meira í fólkatali til millum 3 og 4500 gestir, sum komu á Götusand at hoyra m.a. Lisu Ekdahl, Kashmir, Russ Taff og onnur. G! 2004 var eins og undanfarin ár yndistiltakið hjá föroyska ungdóminum og teimum, sum hövdu leitað eftir eini innihaldsríkari summarveitslu, og pallurin varð settur fyri endaliga gjögnumbrotinum.

Hetta kom í 2005, har G! slóg öll met. Við síni higartil sterkastu skrá og einum umdömi, flestu einans kundu övunda festivalinum, breyt G! 2005 öll mörk fyri hvat higartil hevði verið hildið verið möguligt innan föroysk tónleikatiltök. Atgongumerkini og tjaldingin vórðu útseld, og umframt tey 6000, sum hövdu armband, streymaðu fólk til úr bygd og úr býi. Tey tustu inn í Syðrugötu oman gjögnum havar og hagar og inn eftir fjörðinum í bátum og sluppum. Metingarnar frá politii og fyriskiparum gingu uppá, at umframt tey 6000 við armbandi, vóru onkunstaðni ímillum 2 og 4 túsund fólk uttan atgongumerki inni í Syðrugötu.

Við öðrum orðum vóru eini 8 til 10 túsund fólk og lurtaðu, tvs umleið 20% ella fimti hvör föroyingur leitaði sær til Götu á tónleikafestival hetta árið. Millum framförandi útlendsku bólkarnar hetta árið vóru Europe, Nephew, Afenginn, Glen Kaiser og Hjálmar.

Festivalurin í 2006 helt fast og hækkaði stöðið á flestu ökjum. Eini 7 túsund fólk leitaðu sær til Götu at hoyra m.a. Kaizers Orchestra, Infernal, Beth Hart, Outlandish og The Holmes Brothers. Festivalurin fekk framúr góða umröðu í útlendskum miðlum og bleiv m.a. útróptur bæði at vera næstbesti festivalur í Europa og millum 20 teir bestu festivalarnar í heiminum.

Í 2007 sóu vit bæði hæddarpunkt og lágpunkt.

G! 2007 var uttan iva tann higartil glæsiligasti og í nógvar mátar best skipaði G! Festivalurin, hildin. Alt koyrdi sum eftir ánni og stórt lið av útlendskari pressu kappaðist um at rósa tiltakinum, sum hevði havt Natashu Bedingfield, Dixie Hummingbirds, Guillemots, Polkaholix og Young Dubliners á skránni. Men so hvört sum tölini komu á borðið sást, at G! 2007 hevði verið alt ov dýrt at framleitt og endin var at felagið, sum hevði skipað fyri festivalinum í 2006 og 2007, fór so dyggiliga á heysin.

Í 2008 var vent aftur til röturnar og eitt mini tiltak, G! MINI, hildið fyri at halda lív í G! -hugtakinum og sum ein roynd at savna pening og orku til at endurreisa tiltakið. Allir tónleikarar spældu ókeypis fyri at stuðla tiltakinum, sum ikki hevði tjalding og sum einans hevði föroyskar tónleikarar á skrá.

Hóast ringt veður og heldur slaka uppmöting gav tiltakið fyriskiparunum blóð á tonna at halda fram og ein veruligur G! Festival var settur á skrá í 2009 – við trimum pallum, tjalding og útlendskum növnum.


G! Grunnurin – frá partafelagi til vælgerandi grunn

Í januar mánaða 2010 bleiv fyriskipanin av G! umlögd frá at liggja í einum partafelag til at vera partur av virkseminum hjá nýstovnaða G! Grunninum, sum byggir á vælgerandi endamál. G! Grunnurin er ikki vinnurekandi og umframt at skipa fyri G!, hevur grunnurin til endamáls at stuðla verkætlanini at gera eina tónleikamiðstöð í Eysturkommunu.

Í apríl 2011 varð Janus Rasmussen settur sum stjóri, eitt starv hann røkti í 3 ár.

Í 2014 valdi stovnarin og oddamaðurin handan G! síðani byrjan, Jón Tyril, at leggja frá sær. Jón sat í nevndini fram til februar 2015, tá ið hann valdi at taka seg aftur. Síðan 2015 hevur Sigvør Laksá røkt starvið sum stjóri í G! Grunninum.

- Kristfríð Tyril / MOMO


Bólkar, ið hava spælt á G!

Millum útlendsku bólkarnar teljast:

Adjagas (NO) * Afenginn (DK-FIN) * DJ Alimo (FIN) * Alpha Steppa (UK) * Amsterdam Klezmer Band (NL) * Animal Alpha (NO) * Arch Enemy (SE) * Auður (IS) * Aurora (NO) * Ásgeir Trausti (IS) * As In Rebekka Maria (DK) * Árstíðir (IS) * Baby in Vain * Beats and Styles (FIN) * Natasha Bedingfield (UK) * Beharie (NO)* Mr. Blackbeard (PT)* Blind Boys of Alabama (US) * Petur Ben (IS) * Bill Bourne (CAN) * Boy Pablo (CL/NO) * Bodypaint (FØ/UK) * Bloodgroup (IS) * Blue Foundation (DK) * Bomfunk MC´s (FIN) * Marie Breatnach (IE) * Bríet (IS) * Brynjolfur (IS) * Calby (DK) * Jennifer Cardini (FR) * Carlene Carter (US) * Noah Carter (DK) * Daði Freyr (IS) * Dallas Superstars (FIN) * Darude (FIN) * Valeri Dimchevi (BUL) * The Dixie Hummingbirds (US) * DJ Buda (DK) * Dr. Spock (IS) * Lisa Ekdahl (SE) * Elektrosatan (DK) * Emil Lange (DK) * Ensimi (IS) * Europe (SE) * Fallulah (DK) * Familjen (SE) Fantastic mr. Fox (DE) * Fatboy Slim (UK) The Fjords (NO) * Mr. Flash (FR) Axel Flóvent (IS)* Fredo (UK) *  Fujiyama Mama (DK) * Færd (DK-SE) * Gaye Su Akyol (TR) * Gåte (NO) * Ghost Notes (USA) * Glorybox (DK/US/FO) * Gabriel Gold (IS/US) * Emmsjé Gauti (IS) * José González (SE) * Goodiepal (DK) * Greta (DE) * Guillemots (UK) * Gyddygang & Vuyo (NO) * Hafdís (IS) * Beth Hart (USA) * Hat & Briller (DK) * Hatcham Social (UK) * Hatesphere (DK) * The Haunted (SE) * Hellzapoppin – a side show review (US) * Hialösa (NO)* Lucy Hill (UK) * Hjálmar (IS) * Hoffmann (IS) * Holmes Brothers (USA) * The Holy (FI) * Honningbarna (NO)* Huun-Huur-Tu (RU) * DJ Hyper (UK) * Infernal (DK) * Iotunn (DK/FO)* Irene (FI)* Jackman (NO) * New Jackson (IRL) * Nathan James (USA) * JóiPé x Króli (IS) * The Jillionaire (US) * K-System (FIN) * Kaizers Orchestra (NO) * Kakalorium (SE) *  Kaleo (IS) * Kapten Röd (SE) * Kashmir (DK) * Katzenjammer (NO) * Kenton Slash Demon (DK)* Glenn Kaiser Band (USA) * La Fleur * Lalalar (TR) * (SE) * Lambrini Girls (UK) * Anna Lann (LV) * Maggi Lego (IS)* LLNN (DK)* Lucky Lo (SE/DK) * Lunacci & the Lunatics (UK) * Locust Assembling Kit (DK) * Loney Dear (SE) * Simon Littauer (DK) * Lydmor (DK) * Thomas Loefke (DE) *  Malk de Koijn (DK) * Mames Babegenush (DK) * Mendoza (DK) * Meshuggah (SE) * Metronomy (UK) * Moddi (NO) * MonkeyRat (CA/FO) *  Movits (SE) * Mugison (IS) * Nabiha (DK) * Nadin (IRQ-SE) * Nagirčalmmiid (NO)* Nettie (UK) * Nephew (DK) * Neuph! (DK) Northern Girls (DK) * Outlandish (DK) * Annti Paalanen (FI)* Palov (GRE) * Phat Phil Cooper (UK) * Phlake (DK) * Polka Björn & Kleine Heine (NO) * Polkaholix (DE) * Pom Poko (NO) * Pravda (FR) * Priya Ragu (CH) * Quinquis (FR)* Racetrack Babies (DK) * Rag'n'Bone Man (UK) * Reel De Québeck (DK-UK) * Johnny Reimar & His Party Band (DK) * Amanda Rheaume (CAN) * Rúnar (IS) * Ræfven (SE) * Saint Levant (PS/FR) *  Serena Maneesh (NO) * SHHT (BE) * Sister Sledge (US) * Sign (IS) * DJ Slow (FIN) * Skatebård (NO) * Skrå (ÅL) Snowgoons (DE/DK)* Sons (BE)* Sons of the East (AU) * Soolking (DZ)* Specktors (DK) * Spleen United (DK) * Suchi (NO) * Pär Sörman (SE) * Stillbirth (IS) * Sturle Dagsland (NO) * Ferris & Sylvester (UK) * Russ Taff (USA) * Tarante Groove Machine (IL) * The Tennessee Mafia Jug Band (US) * Temple of Sound (UK) * Terr (BR) * Tessa (DK) * Travis (UK) * Úlpa (IS) * Ultra Mega Technobandið Stefan (IS) * Yaeger (SE) * Young Dubliners (US) * Valravn (FO/DK) * Valseværket (DK) * Veto (DK) * Vök (IS) * When Saints Go Machine (DK) * Zoord (RO) * Yann Tiersen (FR)* Yasmyn (EE) * Xploding PlastiX (NO) *  

Millum föroysku bólkarnar teljast:

200 * The Absent Silver King * Aggrasoppar * Anytime v/Brandi Enni * Lena Andersen * Hans Andreas * Atlas * AVE * Bjørn Hentze Bech * Greta Svabo Bech *  Beinir * Black Sheep * Boys In A Band * Kristian Blak * Braquet * Brimheim * Broseph Stalin * Brynjolfur * Budam * Byrta * Alex Bærendsen * Antony Charles * Clickhaze * Dánjal * Uni Debes * Deja Vu * Direct Level * The Dreams * Eimyrja * Elinborg * Enekk * Knút Háberg Eysturstein * Fnubri Tarzan * Son of Fortune * Frum * Gestir * The Ghost * Gissur & Sonne* GoGo Blues * Herr Gott  * Blátt Gras * Guðrun & Bartal * Gunnar Guttessen * Hamferð * Guðrið Hansdóttir * Harmonikuvinir * Headache Blues Treo * Heidrik * Hjördis og Genturnar * Holgar og Villmenn * Annika Hoydal * Hús * Høgni * HZD * I AM * Impartial * JamesJames * Janus Rasmussen * Jasmin * Jazzygold * Jákup Eli Joensen *Jógvan Joensen * Martin Joensen * Joe and The Shitboys * Hanus G. Johansen * Jollyklub *  Hilmar & Conny Kass * Katla * Knýtil * Finnur Koba * Konfekt * Konni Kass * Símun Konoy og Gras * Kaj Klein * Klingra * Lama Sea * Högni Lisberg * Lyon and the Colourstorm * LoverLover * Makrel * Marius * Marius DC * Marius Ziska * MC Hár * Helgi Midjord * Niels Midjord * Niels Midjord og Ólavur Højgaard * Mold * Niclas Heri & Shaky * Døgg Nóngjógv  *Orka * Páll Finnur Páll * Eivör Pálsdóttir * Flemming Petersen * Rebekka Petersen * Playmo * Dávur Poulsen * Poppkorn * Petur Pólson * Benjamin Rajani * Ranchus * Raske Drenge * Högni Reistrup * Petur Roach * Róp * RSP * Sakaris * Stanley Samuelsen * SALT * Sic * Side Effect * Sigmund * Silvitni * Silvurdrongur * Spælimenninir * Stongum & Guttesen * Supervisjón * Sugardaddy & Honeypie * The Story Ends * Kári Sverrisson * Kári Sverrisson & Hans Jacob Kollslíð * Swangah * Tamara * Allan Tausen * Dania O. Tausen * Teitur * Telemama * Tey av Kamarinum * Tina Mellem * Tinganest * Tuxedo Rebels * Tónabond yvir hav * Týr * übernörd * Vágaverk * Vár * Yggdrasil * Xperiment * Ævintýraferðin * Kristleif Zachariassen o.o.