7 föroysk növn kunngjörd
Aftur í ár var G! við til at hátíðarhalda spæl föroyskt vikuna.
Útlendsku növnini fylla nógv í prátinum gjögnum árið, men farnu vikuna tosaðu vit bert um föroysk növn. Föroysk növn hava altíð avgerðandi týdning fyri hvussu skráin verður myndað, og eru altíð við til at geva okkum ógloymandi lötur.
Nú spæl föroyskt vikan er farin afturum eru ikki færri enn sjey föroysk növn komin á skránna: Aggrasoppar, Konsörn, Jógvan, Elinborg, Alias Morera, Hamferð og Dania. Frammanundan er kunngjört, at Einangran, Knút og Eivör spæla á festivalinum í ár.